Fótbóltur
Hóast tað enn er langt eftir á mál, so bendir alt á, at kappingin í fremstu kvinnudeildini í ár verður ein kapping millum B36 og KÍ. Bæði liðini hava fult stigatal higartil í kappingini, og hóast B68 eisini kann vísa tenn, so bendir nógv á, at tær verða ov stuttar tá avtornar.
B36 var annars ikki serliga sannførandi, tá tær um vikuskiftið leiktu móti HB. HB hevur í mong ár átt fast sæti í oddinum á stigatalvuni, men í ár er vent í holuni. Stórur partur av liðnum er skift út, og meðan nýggju leikararnir búnast til fótbólt í fremstu røðini, mugu tær taka til takkar við at vera við undirlutan móti flestu av hinum liðunum.
Úrslitið av dystinum gjørdist 4-1 til B36, men stóran part av dystinum høvdu ungu HB-kvinnurnar tó gott tak á. B36 kom tíðliga á odda við máli, sum Laila Enghamar gjørdi, tá hon átti seinasta fótin á einum innleggi frá Ásu á Neystabø.
Støðan helt sær til hálvleik, men beint eftir steðgin økti Súsanna Hansen til 2-0, tá hon brádliga gjørdist púra leys í brotsteiginum. HB kundi minkað um munin, tá Gunn Müller nakað seinni gjørdist púrasta leys við B36 málverjanum. Møguleikin varð tó misnýttur, og so gekk tað, sum tað so ofta ger. B36 fór í álop, og ístaðin fyri at støðan var 1-2, økti Súsanna enn einaferð, soleiðis at munurin nú var trý mál og dysturin í roynd og veru avgjørdur.
So munaði lítið, at HB fekk minkað um munin, við einum máli frá Eyðfríð Kristiansen, tí beint áðrenn seinasta bríkslið var Laila aftur á rætta staðnum, eftir at B36 hevði fanga sløsut HB uppspæl.
Hóast avrikið hjá B36 ikki var so sannførandi hesaferð, so bendir nógv á, at liðið í ár fer at geva KÍ harðari kapping, enn tær úr Klaksvík fingu í fjør. Umframt tær, sum í løtuni manna liðið, verður roknað við, at bæði Sólgerð Viderø og Sólvá Joensen fara at spæla við liðnum seinni í ár, og hetta er avgjørt nakað, sum eigur at styrkja um fortreytirnar hjá liðnum.
KÍ í fullari ferð
Tað verður eisini neyðugt hjá B36 við øllum hugsandi styrki, um tær skulu kappast við KÍ.
Um vikuskiftið vunnu tær næsta stórsigurin á rað, tá tær snøgt sagt vundu burtur úr GÍ.
Eftir 9-1 móti HB í fyrsta dystinum gjørdist úrslitið hesaferð 9-0 til KÍ, og enn er einki, sum bendir á, at tær ætla at seta ferðina niður.
Ein ábending um veruligu styrkina fæst helst, tá B36 kemur á vitjan um vikuskiftið, men hóast hetta, so verður einki avgjørt fyrr enn í seinnu hálvu.
Skipanin hjá kvinnunum er nevnliga soleiðis, at fremsta liðið í fyrru helvt bert hevur eitt stig fleiri enn næsta liðið, tá farið verður undir endaspælið, so hóast munurin kann gerast stórur undan steðginum, so verður spenningurin í deildini kortini varveittur.
Úrslit um vikuskifið:
B36-HB 4-1 (1-0)
B36: Laila Enghamar 2, Súsanna Hansen 2
HB: Eyðfríð Kristiansen
KÍ-GÍ 9-0 (6-0)
KÍ: Viviann Rasmussen 3, Jensa Sirdal 2, Malena Josephsen 2, Rannvá Andreasen 1, sjálvmál 1