Klárur til brotsspørkini

Besti føroyski málskjúttin í ár sigur seg ikki rokna við at byrja inni leygardagin, men fær hann møguleikan, so er hann klárur

Fótbóltsprát
Jákup Mørk / Álvur Haraldsen

KAUNAS: Nú kappingarárið er av, kann staðfestast, at Andrew av Fløtum av Fløtum gjørdist besti málskjúttin í føroysku landskappingini. 18 mál í 18 dystum varð endaliga úrslitið fyri hansara viðkomandi, og hetta var so meira, enn nakar annar megnaði. Men hóast hann sjálvandi fegnast um hetta, so ásannar hann tó, at hetta ikki gevur nakra vissu fyri einum landsliðsplássi.
? Nú fáa vit at síggja. Tað var í øllum førum stuttligt at gerast toppskjútti og fáa gylta skógvin, men tað er so bara til annað beinið. Vónin er so, at eg einaferð seinni ? kanska næsta ár ? kann fáa ein eins skógv til hitt beinið.

John er eingin trupulleiki
Men hóast hendan heiðurin, so roknaði Andrew ikki við, at tað fer at verða pláss fyri honum millum teir fyrstu ellivu, tá landsliðið leygardagin fer á vøllin í Kaunas.
? Nei, tað má eg nokk síggja í eyguni, at í løtuni eri eg ikki fremsta val til sessin har frammi, og tað er sum so eisini í lagi. Eg má so bara royna at arbeiða meg fram ímóti at gerast fastur maður, tí sjálvandi er tað tað, sum eg miði imóti.
Fleiri eru av teirri áskoðan, at tú og John Petersen kanska líkjast ov nógv í spælistíli, og at hetta er ein orsøk til, at tú situr á beinkinum. Ert tú ikki sjálvur bangin fyri at sita á beinkinum, so leingi John spælir á landsliðnum?
? Nei, tað haldi eg ikki. Tað kann gott vera, at vit kunnu nøkur av teimum somu tingunum, og at okkum báðum dámar væl at leita oman á vøllin, men fyri tað er ikki víst, at vit ikki kunnu vera inni ísenn, Tvørtur ímóti haldi eg, at vit kundu rigga sera væl saman, og tað er so mín vón, at hetta eisini verður veruleiki. Tað vildi verið stuttligt at spælt saman við honum á landsliðnum, og tað er undir ongum umstøðum so, at eg bara ætli mær at sita á beinkinum og bíða eftir, at ein leikari gevst. Eg má bara sannføra venjaran um, at eg eiga at teljast millum teir fyrstu. Tað er so málkiði í øllum førum, heldur hann.

Ein skjót útskifting
Á einum øki er tó lítil ivi um, at Andrew av Fløtum er stinnari enn John Petersen, og tað er í brotsspørkunum. Hóast John uttan iva telist millum teir fyrstu at skjóta brotsspark á landsliðnum, so hevur árið í ár ikki hepnast so væl í so máta, har B36-liðskiparin hevur misnýtt tvær ferðir úr ellivu metrum.
Hinvegin hevur Andrew á Fløtum havt hendan møguleikan átta ferðir í landskappingini, og hvørja ferð er bólturin sendur ósvikaliga trygt í netið. Tá vit at enda spurdu, um hesin eginleikin ikki eisini átti at teljast við, var HB-toppskjúttin skjótur at svara, at sjálvandi skuldi hann tað.
? Eg vil í øllum førum siga so, at um vit fáa brotsspark, so átti Henrik at umhugsað eina skjóta útskifting. Nei, heilt alvorligt, so vildi eg í øllum førum ikki sagt nei-takk, um eg skuldi fingið møguleikan. Eg skal ikki siga, at eg hevði lobbað hann forbí málverjan, men eg skuldi nokk skorað, tað ivist eg ikki í, sigur maðurin við gylta skógvinum at enda.