Fólkatingsval
Jóannes Eidesgaard, formaður og fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at flokkurin er klárur at fara til val. Stevnuskráin er løgd, og verður brúkt til valstríðiðið hetta fram til 20 november.
Tað kom ikki óvart á Jóannes Eidesgaard, at val varð útskrivað nú, sigur hann. Hann er staddur í Danmark í Fólkatingsørindum, men væntar at koma heim til Føroya sum skjótast, tí uppstillingin verður avgreidd fyrsta dagin, sigur hann.
Jóannes Eidesgaard sigur, at einki er avgjørt um, hvør fer at stilla upp. Men hann væntar at verða á listanum, og hann ætlar at taka av, verður hann biðin.
Valstríðið fer uttan iva í stóran mun at bera brá av, at løgtingsval eisini stendur fyri durum.
?Eingin ivi er um, at flokkarnir fara at royna ymisk ting yvir fyri hvørjum ørðum, sum viðkoma løgtingsvalinum í eins stóran mun sum fólkatingsvalinum, sigur hann.
Jóannes Eidesgard heldur, at nú er brúk fyri politikarum, sum kunnu vísa á, hvussu vit kunnu koma burtur úr tvaðpottinum, vit hava staðið í seinastu fýra árini, har alt hevur snúð seg um fullveldismálið hjá samgonguni. Hann væntar kortini, at samgonguflokkarnir fara at draga tað málið inn í valstríðið sum høvuðsmálið.
Javnaðarflokkurin fer tó at vísa á, at tað veruliga ber til at koma víðari. Tað verður gjørt við at leggja fram ta uppskotið til sjálvstýrislóg, sum flokkurin fyrr hevur boðað frá, sigur Jóannes Eidesgaard.
Um uppstillingina hjá Javnaðarflokkinum sigur hann, at hon vanliga plagar at vera soleiðis, at øll valdømini eru umboðað á listanum. Og tað man ivaleyst eisini fara at veða so hesaferð, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður og fólkatingsumboð fyri Javnaðarflokkin.