info
Ongi úrslit

Klæmint: Hatta var eitt gott innlegg og eitt gott álop (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við mannin sum hevur skorað 10 landsliðsmál uppá hálvttriðja ár

Heri Simonsen
15. november 2021 kl. 23:05

Myndin er ikki tøk

Eingin hevur longst eftir hesari løtuni meir enn maðurin, ið hevur átt metið sum søguligur toppskjútti hjá landsliðnum gjøgnum 14 ár. Rógvi Jacobsen hevur úttalað meir enn einaferð í samrøðu við FM1, at hann vónaði onkur fór at taka metið hjá honum sum søguligur toppskjútti hjá landsliðnum við 10 málum. Nú hevur Klæmint Olsen javnað metið hjá Rógva. Tað gjørdist veruleiki í 72. minutti tá Klæmint við góðum stútara javnaði til 2-2. 10 minuttir áðrenn hevði Klæmint ósjálvssøkið lagt upp til Sølva Vatnhamar tá Føroyar minkaðu munin til 1-2.

Tá FM1 fær orðið á Klæmint aftaná dystin hevur hann mest hug at framdragað hvussu gott innleggið hjá René Shaki Joensen var, og at talan var um eitt gott álop. 

Klæmint sigur seg ikki kunna fegnast so nógv um málið beint nú, tí hann iðrar seg um tepra 2-3 tapið, men tá ein tíð er fráliðin fer hann at duga betri at gleðast um tað.

- Tað er altíð stórt at skora fyri landsliðið, undirstrikar Klæmint.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra søguliga málið og samrøðuna FM1 gjørdi við Klæmint. 

 

Ísrael – Føroyar 3-2 (1-0)

1-0: Munas Dabbur br 30.

2-0: Shon Weissman 58.

2-1: Sølvi Vatnhamar 62.

2-2: Klæmint A. Olsen 72.

3-2: Dor Peretz 74.

Dómarabólkur úr Fraklandi:

Føroyar: Gunnar Nielsen - René S. Joensen, Odmar Færø, Hørður H. Askham, Sonni Ragnar Nattestad (Heri H. Mohr, 71.), Viljormur Davidsen - Hallur Hansson (Klæmint A. Olsen, 52.), Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen (Tróndur Jensen, 70.), Sølvi Vatnhamar (Petur Knudsen 80.) - Jóan Símun Edmundsson (Jóannes Bjartalíð, 80.)

Á beinkinum: Teitur Matras Gestsson, Mattias Lamhauge, Bartal Wardum, Hannes Agnarsson, Bjarni Petersen, Heðin Hansen og Patrik Johannesen

Venjari: Håkan Ericson

Hjálparvenjari: Eli Hentze

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

12 minuttir síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

44 minuttir síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

1 tími síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

1 tími síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

1 tími síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

2 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

3 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

3 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

4 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj vitjar Stórtingið

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

4 tímar síðan