Klæmint hevur tað betri

Støðan er somikið nógv batnað, at hann møguliga verður við ímóti Víkingi mikukvøldið.

Tað var í oddabrakinum ímóti B36 í gjár, at NSÍ-framherjin, Klæmint Andrasson Olsen, meiddi seg somikið, at hann varð borin av vøllinum. Hóast hann royndi at koma sær á føtur aftur, so mátti hann aftur leggja seg og at síggja til var ryggurin púra læstur.


Klæmint sigur við in.fo í kvøld, at talan er um eitt álvaskot (heksaskot) í rygginum. Hann sigur, at tað einki hevði við nærdystin við B36-leikaran at gera, tí at tað var í sjálva renningarlopinum, at skaðin stóðst.


- Man blívur púra stívur og fær einki gjørt, sigur Klæmint um skaðan.


Hóast skaðin sá álvarsligur út, so er støðan hjá Klæminti longu batnað somikið, at tað er møguleiki fyri at hann spælir við ímóti Víkingi mikukvøldið.


- Tað er nógv betri. Tað er ikki langt frá at vera heilt gott, so møguleikarnir fyri at vera við mikukvøldið eru rímiliga góðir, sigur Klæmint, sum í løtuni fær vøddamýking og tablettir fyri at koma pínuni til lívs.


Oddadystur ímóti Víkingi, steypafinala og landsdystir ímóti Norðurírlandi og Ungarn er alt á skránni komandi fýra vikurnar, men Klæmint stúrdi ongantíð fyri, at alt hetta skuldi fara í vaskið.


- Nei, tí stúrdi eg ikki fyri. Eg havi havt líkandi skaðar fleiri ferðir fyrr, og eg veit, at tað bara skulu ganga nakrir dagar, sigur Klæmint at enda.


Klæmint Andrasson Olsen er í løtuni greiður toppskjútti í Effodeildini við 18 málum í 20 dystum.