Klæmint kann gerast toppskjútti aftur

John Petersen heldur, at Klæmint A. Olsen saktans kann gerast toppskjútti fyri triðju ferð á rað. Sí FSF-varpið her.

John Petersen er gestur hjá Tróndi Arge í FSF-varpinum hesa vikuna. Sigfríður Clementsen tók til orða fyri, at Andreas Lava Olsen burdi verið tikin út til landsliðið, men John Petersen er ikki heilt vísur í tí. Teir umrøða eisini Klæmint A. Olsen, slagið um Suðuroynna leygardagin og annars allar dystirnar úr øðrum og triðja umfari.

 

Sí innslagið við at trýsta á pílin á myndini, ella inni á heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum.