Í fyrsta umfarinum í bólki B í bólkaspælinum í Europa Conference League skrivaði Klæmint A. Olsen bæði íslendska og føroyska fótbóltssøgu.
Klæmint og liðfelagarnir í Breiðablik taptu 2-3 fyri Maccabi Tel Aviv á útivølli. Klæmint skoraði bæði málini. Hann gjørdist fyrsti føroyingurin at skora mál í einum bólkaspæli í evropeiskum fótbólti, og hann gjørdist fyrsti leikarin hjá einum íslendskum fótbóltsliði at skora mál í einum evropeiskum bólkaspæli.
Klokkan 17.45 taka Klæmint og liðfelagarnir móti ukrainska liðnum, Zorya Luhansk á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Talan er um fyrsta bólkaspælsdystin á íslendskari jørð.
Sambært 17 altjóða veddingarfyritøkum hevur Breiðablik ein góðan møguleika at fáa stig í kvøld.
Miðaloddsini upp á heimasigur til Breiðablik eru 2,76.
Miðaloddsini upp á útisigur til Zorya Luhansk eru 2,37, so her er næstan javnt.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,56.
HER eru oddsini:
##med2##