Klæmint skoraði tá Breiðablik vann 7-1 á Tre Penne

Fríggjakvøldið spælir Breiðablik finalu í undanundankappingini í Champions League móti Budocnost

Hesa vikuni er felagið hjá Klæminti A. Olsen vertur fyri undanundankappingini í Champions League, har vinnarin vinnur seg víðari til 1. umfar av sjálvari undankappingini.

 

Fyrr í dag vann Budocnost úr Montenegro 3-0 (2-0) á Athletic Escaldes úr Andorra.

 

Og í kvøld vann Breiðablik ein knúsandi 7-1 stórsigur á Tre Penne úr San Marino. Breiðablik var á odda 3-1 í steðginum. Klæmint skoraði til 3-1 beint undan steðginum.

 

Klæmint var skiftur út tá 63 minuttir vóru leiktir av dystinum.

 

Fríggjakvøldið klokkan 20 spæla Breiðablik og Budocnost finaluna í undanundankappingini.