##med2##
- Tað er stórt at skora móti Danmark í Parkini. Tað kundi ein fegin føroysk málhetja, Klæmint A. Olsen staðfesta á gistingarhúsinum tá Tróndur Arge, reportari hjá FM1 fekk orðið á hann.
Klæmint greiðir frá, at innleggini frá Jákupi B. Andreasen, bæði við risa málmøguleikan undan málinum, og tá tað eydnaðist at skora vóru framúr góð.
Klæmint helt seg ikki stýra bóltinum nóg væl við fyrra málmøguleikan, og somikið betri var tað at kunna stýra bóltin í netið til fyrsta málið, ið Kasper Schmeichel letur inn í hesari undankappingini.
Løgna tvístøðan hjá Klæminti og liðfeløgunum í øllum fagnaðinum aftaná 2-1 málið var: - Hvat gera vit nú, fara vit eftir at skjóta eitt mál aftrat
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen. Fremst á ljóðfíluni hoyrist frásøgnin av málinum.