Klæmint tryggjaði Breiðablik javnleik í 98. minutti

Klæmint Olsen kom seint á vøllin fyri Breiðablik í kvøld, men hann gagnnýtti tíðina væl

Klokkan vísti 88 minuttir tá Klæmint A. Olsen kom á vøllin fyri Breiðablik í heimadystinum móti oddaliðnum, Víkingi Reykjavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Víkingur, ið heldur ikki hevði Gunnar Vatnhamar á liðnum í kvøld var á odda 2-0 tá Klæmint kom á vøllin.

 

Men so hendir tað ótrúliga. Tá 96 minuttir eru farnir minkar Gísli Eyjólfsson um munin til 2-1, og birtir eina vón hjá heimaliðnum.

 

Og tá 98 minuttir eru farnir javnar Klæmint A. Olsen við einum ótrúligum saksasparki, og so kundi heimafólkið stórfegnast um eitt kærkomið stig. 

 

28. apríl kom Klæmint eisini seint á vøllin í Kópavogi, og skoraði í yvirtíðini sigursmálið til 5-4 móti Fram í tí, sum kendi frásøgumaðurin, Gummi Ben nevndi at vera aldarinnar dyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Klæmint hevur higartil skotið fýra mál fyri Breiðablik. Trý í Bestudeildini og eitt í steypakappingini. 

 

Víkingur er framvegis oddalið við 28 stigum. Breiðablik hevur saman við Vali 23 stig.

 

Breiðablik 2 - 2 Víkingur Reykjavík

 

 0-1 Danijel Dejan Djuric ('13)

 

 0-2 Birnir Snær Ingason ('45)

 

 1-2 Gísli Eyjólfsson ('96)

 

 2-2 Klæmint A. Olsen ('98)

 

Pætur J. Petersen kom á vøllin fyri KA tað seinasta korterið av dystinum, tá KA tapti stórt 0-4 fyri Stjørnuni á útivølli. Støðan var 3-0 til Stjørnuna tá Pætur kom á vøllin.

 

KA er nummar fimm í deildini við 14 stigum.

 

Stjarnan 4 - 0 KA

 

 1-0 Eggert Aron Guðmundsson ('29)

 

 2-0 Ísak Andri Sigurgeirsson ('51)

 

 3-0 Hilmar Árni Halldórsson ('62)

 

 4-0 Emil Atlason ('83)

 

Í næstbestu deildini tapti Kaj Leo í Bartalsstovu saman við liðfeløgunum í Leiknir heili 1-5 (1-3) fyri Gróttu á útivølli.

 

Leiknir er triðaftast í deildini við bert trimum stigum fyri fimm dystir.