Hetta er ikki fyrstuferð eg havi sett meg í samband við stjóran á strandferðsluni og greitt honum frá hesi støðu. Hetta er 3 ferð innan 1 1/2 mánaða at »Dúgvan« er farin undan bussrutuni úr Tórshavn.
Gongdin hesuferð:
Bussførarin, ið koyrdi bussin frá Kambsdali til Fuglafjarðar mánamorgunin 14.12.98. upplýsti, at hann hevði ringt til »Dúgvuna« kl. 08.00 fyri at kunna skiparan um, at bussurin bleiv eitt sindur seinkaður. Bussførarin fekk ikki samband við »Dúgvuna« tí eingin tók telefonina á brúnni á »Dúgvuni«.
Vit sum sótu í bussinum sóu at »Dúgvan« var við at leggja frá bryggju, beint sum bussurin kom koyrandi oman á ferjuleguna. Bussførarin blunkaði við ljósinum móti »Dúgvuni« uttan úrslit. »Dúgvan« var farin og kom ikki aftur.
Fólk í bussinum vóru ikki blíð. Onkur skuldi í skúla, annar á skeið og triði til arbeiði í Klaksvík. Vit fingu bussførarin at koyra ferðafólkið til Leirvíkar at bíða, tí í Fuglafirði er einki høli til tey ferðandi. Tað í sær sjálvum er hart átaluvert.
Meting:
Sigast skal at einir 4-6 bussar vóru á Kambsdali um 08.00 tíðina. Hetta at eingin av hesum bussum kundi bera so í bandi, at fáa okkum til Klaksvíkar við »Dúgvuni« er undir alt lágmark og øllum kritikki.
Vit sum ferðandi meta hesa støðu vera ótolandi og at ein almennur stovnur sum Strandfaraskip Landsins fyrst og fremst eigur at hava servisuna í hásæti.
Krav:
Vit sum ferðandi krevja, at henda klaga verður viðgjørd í størsta álvara og krevja eina skriftliga frágreiðing, ið kann lýsa henda trupulleika soleiðis, at hetta ikki hendir aftur.
Tey ferðandi, ið vóru við henda ólukkutúr, hava øll skriva undir eina klagu, og kunna hesar undirskriftir síggjast á hjálagda klaguskrivi.
Vinarliga,
vegna tey ferðandi
Finnur Joensen
Hesi ferðandi vilja vísa sína misnøgd við túrin úr Tórshavn 14.12.98 kl. 06.30 til Klaksvíkar:
Andras Sólstein Klaksvík, Einar Hansen Tórshavn, Richard Heinesen Saltangará, Allan G. Simonsen Tórshavn, Sonni Djurhuus Tórshavn, Christian P. Djurhuus Tórshavn, Mirjam H. Larsen Vágur, Jóhanna Maria Mørkøre Tórshavn, Palli Mellemgaard, Páll Thomassen Svínoy, Banyen Brinch og Finnur Joensen Argir.