Klakkur rokfiskiskap

Klakkur hevur havt ein avbera góðan túr. Skipið kom á Klaksvík sunnudagin við 200.000 pundum, sum teir høvdu fingið í tíggju dagar. So nógvur fiskur var, at tað var neyðugt at seta fisk á dekkið eisini. Lastin rúmar minni í dag. Klakkur varð liðugt umbygdur seinasta summar, og síðani tá hava teir havt fiskin í køssum í lastini. Áðrenn lá fiskurin leysur, og tá var rúm fyri munandi meira í lastini sjálvari.
Skiparin á Klakki, Líggjas Johannesen sigur, at fiskiskapurin hevur verið góður í seinastuni og prísurin rímuliga góður.
Klakkur landar á Kósini og fer væntandi avstað aftur mikudagin.