Kommunur
Frá at vera mest sum kollsigld fríggjarliga hevur Klaksvíkar kommuna upp á eitt ár vent gongdini, soleiðis at 2009 gav eitt gjaldførisavlop.
Enn er roknskapurin hjá kommununi ikki endaliga grannskoðaður, men Gunvá við Keldu, borgarstjóri, váttar, at talan er um hugaligan lesna.
- Eingin var í iva um, at búskaparliga støðan var heilt alvorlig, tá vit tóku við eftir seinasta kommunuval. Kreppan her í Klaksvík kom somikið harðliga, at hon varð ógvuliga væl marknaðarførd, ogt tí var eingin í iva um, at tungar avgerðir máttu takast.
- Nakrar av hesum vóru longu tiknar, áðrenn nýggja býráðið tók við, men vit valdu alt fyri eitt at fara undir eina endurskoða fíggjarætlan. Úrslitið av hesum arbeiði var, at 12 milliónir vórðu spardar í rakstri og íløgum, og hetta saman við einum skáa í avdráttunum gjørdi, at vit megnaðu at svara hvørjum sítt.
Hvørji øki vórðu serliga rakt av sparingum?
- Tað var allastaðni. Sjálvandi var meira rumbul um onkrar avgerðir enn aðrar. Men hvør tann einasti stovnsleiðari í kommununi hevur verið ígjøgnum raksturin við sparingum fyri eyga. Og hóast tað kann vera tungt at fara ígjøgnum slíkar uppgávur, so er tað eisini sunt á sín hátt, sigur Gunvá við Keldu.
Í býráðnum, sum nú situr, eru átta av 11 limum nýggir í býráðshøpi. Onkur vildi kanska hildið, at vantandi royndirnar vildu verið ein vansi, tá tungu tøkini skuldu takast, men tað heldur Gunvá við Keldu ikki sjálv.
- Tað vendir sjálvandi báðar vegir, tí sjálvandi eru royndar kreftir eisini týdningarmiklar. Hinvegin hevur hetta eisini givið okkum møguleika at hyggja upp á tingini við meira óspiltum eygum, og tað kann eisini hava sínar fyrimunir, sigur borgarstjórin.
Rumbul hevur verið um nakrar av avgerðum tykkara. Hvussu hevur tað verið at sitið í brennideplinum, tá hesar eru tiknar?
- Tað hevur sjálvandi ikki altíð verið líka lætt. Men eg má samstundis siga, at vit hava møtt eini ótrúliga stórari tolerancu og forstáilsi frá bæði starvsfólkum og borgarum í kommununi. Á tann hátt hevur tann marknaðarføring, sum okkara kreppa fekk, kanska hjálpt okkum í tilgongdini.
Fara ikki á flog
Úrslitið av sparingunum er í dag, at Klaksvíkar Kommuna í 2009 hevði eitt gjaldførisavlop. Ætlaðu sparingarnar hava so at siga staðið mát, og inntøkurnar hjá kommununi kvinkaðu nakað uppeftir, sum árið leið.
- Vit vórðu jú rakt ógvuliga hart í einum koyri, og arbeiðsloysistølini sóu alt annað enn hugalig út. ´+I 2009 hava vit upplivað, at sama arbeiðsloysi hevur rakt onnur øki í landinum, meðan tað hjá okkum spakuliga er kvinkað hinvegin aftur. Inntøkur okkara vórðu mettar at vera 118 milliónir í fjør, men tær endaðu á 124, og tað er avgjørt eitt slag av herðaklappi, sum ger, at tað nú er eitt sindur hugaligari hjá okkum at halda áfram, sigur Gunvá, sum tó ikki vil leypa uppfrá í ovfarakæti.
- Tað ræður um at halda bæði beinini væl og virðiliga á jørðini. Enn eru vit ikki komin undir eina álíkning í skuld, og tað er avgjørt fyrsta málið.
- Og tað verður avgjørt ikki lættari at stýra aftaná tað. Sjálvandi kunnu fólk tosa um, at tað var ov illa stýrt í teimum góðu tíðunum. Men tað er fyrst og fremst í hesum, at tað er týdningarmikið at hava rygg til at standa ímóti, tá fólk vilja brúka pengar her og har. Í so máta er tað bara fyrsta stóra avbjóðingin, sum vit nú hava klárað, sigur Gunvá við Keldu.