Fólk í øllum landinum hava hitst í gøtunum í Havnini, og hetta sást eisini aftur. Tískil var neyðugt við einum øgiligum uppruddingararbeiði mánamorgunin, og til hesa uppgávu hevði Tórshavnar kommuna heitt á Klaksvíkar kommunu, um at hjálpa sær við at læna teimum bilar at taka órudd upp við. Hetta játtaðu klaksvíkingar, so í gjáramorgunin koyrdu bilar við búmerkinum hjá Klaksvíkar kommunu runt í Havnargøtum.