Klaksvík og Blái Krossur samstarva

Mikudagin fundaðust umboð fyri Bláa Kross og Klaksvíkar kommunu um eitt nýtt samstarv, sum partarnir fara at hava næstu trý árini

Samstarvið kallast »Børn í vanda« og snýr seg um fyribyrging av rúsdrekkanýtslu.
Hugskotið er at veita børnum, næmingum, foreldrum og øðrum kunning og frálæru, so at uppvøksturin hjá børnum verður rúsfríur.
Farið verður undir hesa verkætlan í næstum, og øll húsarhald í Klaksvík fáa í tí sambandi ein faldara um átakið.