Streymveitingin frá SEV hevur verið heldur óstøðug í ódnarveðrinum í dag, og hava fleiri støð í landinum mist streymin gjøgnum dagin. Fyri løtu síðan kom túrurin aftur til Klaksvík, og var streymurin vekk eina løtu.
- Klaksvíkingar hava fingið streymin aftur, men hann var vekk í eini 15-20 minuttir, men vit vita ikki heilt hvat orsøkin var til streymslitið, sigur Eirikur Norðberg úr SEV.
Eirikur Norðberg greiðir eisini frá, at nú er tað einans eitt lítið øki eftir í landinum, ið liggur í streymloysi.
- Vit arbeiddu við at fáa streymin aftur í Fuglafirði, tá streymurin fór í Klaksvík. Men nú manglar bara eitt lítið øki kring havnarlagið í Fuglafirði at fáa streym, og so er streymur allastaðni, sigur Eirikur Norðberg.