Stóra fiskarímessan, sum seinastu dagarnar hevur verið í Klaksvík, verður eftir ætlan aftur í Klaksvík í 2015.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, og Áki í Skemmuni, stjóri fyri North Atlantic Fish Fair, skrivaðu í gjár undir samstarvssáttmála, ið tryggjar, at fiskarímessan verður aftur um tvey ár
Áki í Skemmuni, stjóri fyri Fish Fair, sigur, at hann er serliga væl nøgdur við Fish Fair í ár, tí hann metir, at stevnan aftur hesaferð er eydnast væl hjá framsýnarunum og hevur fingið nógvar positivar afturmeldingar frá fólki.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík, fegnaðist eisini um, at Fish Fair hevur valt Klaksvík sum heimstað hjá stevnuni. Jógvan heldur, at tað er natúrligt, at fiskarímessan fer fram í fiskivinnuhøvðusstaði Føroya, Klaksvík.
Á myndini síggjast Áki í Skemmuni fyri North Atlantic Fish Fair og Jógvan Skorheim borgarstjóri vegna Klaksvíkar kommunu skriva undir eitt skjal um framhaldandi samstarv. Eisini landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, var til staðar.