Kokkurin, Pizza Aage, er komin upp á býráðstig. Mánakvøldið viðgjørdi Klaksvíkar býráð umstrídda kokkin á Pizzaria Napoli í Klaksvík. Limirnir í Klaksvíkar býráð heita staðliga á borgarstjóran, Steinbjørn Jacobsen, um at fylgja málinum gjøllað.
Í eini áheitan til borgarstjóran verður sligið fast, at eitt samt býráð metir tilburðin við Pizza Aage verða stak óhepnan, og býráðið góðtekur ikki slíkan atburð frá dananum.
Fyri góðum mánaði síðan kom undan kavi, at nógv umstríddi Pizza Aage var farin at gera um seg í Føroyum. Hóast hann bæði varð meldaður, ákærdur og dømdur fyri rasudiskrimatión í Danmark, er kokkurin á Pizzaria Napoli ikki at vika. Hann vil ikki slaka fyri síni aðalreglu um, at týskarar og fransmenn ikki hava uppiborið bitan frá sær.
Pizza Aage er viðhaldsmaður av støðuni hjá USA í Irak-krígnum, og hann kann als ikki góðtaka støðuna hjá stjórnunum í Fraklandi og Týsklandi.
Fylgir málinum
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu var ikki sjálvur á fundinum mánakvøldið, men týsmorgunin, tá vit fingu orðið á hann, hevði fingið áheitanina frá býráðslimunum.
-Tað næsta, eg fari at gera í málinum, er at kanna um Pizza Aage hevur endurtikið tilburðin( Pizza Aage sýtti fyri at geva nøkrum týskum og fronskum ferðafólki mat, blðm), sigur Steinbjørn Jacobsen.
Spurdur, um ferðavinnan í Klaksvík hevur merkt nøkur keðilig árin av atburðinum hjá Pizza Aage, svarar borgarstjórin, at tað hevur hon als ikki.