Sum fystvald hevur Gunvá við Keldu boðað nývaldu umboðunum í Klaksvík til fundar týskvøldið kl. 17:30 Á fundinum velur býráðið borgarstjóra og tveir varaborgarstjórar.
Á heimasíðuni hjá kommununi verður sagt, at tá ið borgarstjórin er valdur, tekur hann leiðsluna av fundinum og skipar valið av føstu nevndunum: Fíggjarnevndina, Teknisku Nevnd, Byggi- og Býarskipanarnevndina, Havnanevndina, Heilsu- & Umhvørvisnevndina, Mentanarnevndina og Sosialu Nevnd.
Nýggja býráðið tekur við 1. januar 2009 og situr til 31. desember 2012.