Klaksvíkar býur ruddast og snøggast

- Um alla kommununa verður arbeitt við at snøgga og frýðka, og tá ið Norðoyatunnilin letur upp, verður býurin reinur og nossligur, sigur borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen

Klaksvík

Í Klaksvík hendir nógv í hesum døgum, nú tíðin til Norðoyatunnilin letur upp, rættiliga er farin at styttast.
Leygardagin, 29. apríl, verður latið upp fyri størsta frambrotinum í føroyska samferðslukervinum, og tá verður koyrandi heilt úr Gásadali í Vágum norður til Viðareiðis á Viðoynni.

Gestsins eyga
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Steinbjørn O. Jacobsen, sigur, at tey arbeiða rættiliga hart um dagarnar við at frýðka um býin.
- Vit arbeiða víða um við at snøgga og frýðka, og tá ið Norðoyatunnilin letur upp, verður býurin reinur og nossligur.
Hann vísir á orðafellið, at "gløgt er gestsins eyga", og tí leggur kommunan stóran dent á, at býurin er reinur, ruddiligur og nossligur, tá ið tunnilin letur upp, og fólk fara at stevna norður um Leirvíksfjørð - undir havbotninum.
- Kavin, sum lá nakrar dagar herfyri, tarnaði okkum í hesum arbeiði, men nú er tátt aftur, og frýðkingararbeiðið er í gongd aftur.

Ruddingardagar
Borgarstjórin veit at siga, at kommunan fer at skipa fyri tveimum ruddingardøgum í næstum. Hvørjir hesir dagar verða, fer kommunan ætlandi at taka støðu til í morgin.
- Vit fara at skipa fyri tveimum ruddingardøgum  einum degi, har vit fara at eggja vinnuni til at taka upp rundan um virkir og bygningar og einum degi, har privatfólkum verður eggjað at taka upp rundan um húsini og privatar ognir.
Steinbjørn sigur, at tað verður kommunan, sum fer at samskipa hesar dagar og syrgja fyri, at virkir og einstaklingar sleppa av við órudd og burturkast.

Nógv sløðist
- Í nógvum kommunum og bygdum kring landið liggur nógv og sløðist, og tað er ikki altíð, at fólk hugsa um, hvussu út sær. Klaksvíkin er einki undantak í so máta.
Steinbjørn O. Jacobsen sigur, at hann kundi hugsað sær, at øll kommunan  og hvør einstakur borgari í kommununi  tekur eina hond í, nú Klaksvíkar kommuna fer at skipa fyri ruddingardøgum.
- Nógv av okkum hugsa kanska ikki so nógv um, hvussu út sær rundan um okkum, tí vit eru í hesum umhvørvi hvønn dag. Men gesturin sær tað, sum vit ikki síggja. Nú Norðoyatunnilin letur upp, vilja vit, at býurin er "reinur og fríður", sum borgarstjórin tekur til.