Klaksvíkar HF-skeið flytast ella samskipan á staðnum?

Eyðgunn Samuelsen

Nú er komið fram, at landstýrismaðurin í Mentamálum ætlar at leggja HF-skeiðini í Eysturoy og Klaksvík saman. Grundgevingin er, at nú koyrandi verður ímillum Klaksvík og Eysturoy má samskipast, so tilboðini eru so bílig sum til ber.
Sjálvandi skal tað almenna altíð rekast so bíligt og væl sum til ber. Hetta kann gerast á fleiri mátar, hvat við at kanna, um tað ikki kann gerast bæði bíligari og ikki minst betur við at samskipa HF við skúlarnir, ið eru á staðnum - í Klaksvík?
Sum er, er Klaksvíkar HF skeið tað HF skeiðið, ið hevur virkað mest sambært sínum endamáli, nevniliga at vera ein eftirútbúgvingarmøguleiki fyri tilkomin fólk, serliga ungar kvinnur við børnum. Um HF-skeiðið verður flutt, kann ein ikki vænta, at hesin bólkur í sama mun fer at hava møguleika at útbúgva seg. So vítt eg veit eru væl fleiri næmingar á HF-skeiðnum í Klaksvík enn í Eysturoy, og tað kemur óivað av, at í Eysturoy eru fleiri onnur tilboð, bæði studenta- og handilsskúli. Eisini búgva flestu lærarnir, sum í dag undirvísa á Klaksvíkar HF-skeiði í Klaksvík, verður skeiðið flutt, skulu hesir hava løn fyri at ferðast til arbeiðis.
Vil landstýrismaðurin avtaka møguleikan hjá tilkomnum kvinnum at útbúgva seg samstundis sum visión 2015 setir sær sum mál, at øll skulu hava eina miðnámsútbúgving ella líknandi? Hví skal ein broyta tað, ið virkar væl.
Klaksvíkin hevur fleiri vælvirkandi skúlar, ið liggja »spjaddir« runt í Klaksvík og tí, hvør í sínum lagi eru smáar eindir, ið lættliga kunnu rationaliserast til Eysturoy og Havnar. Skal útbúgvingarpolitikkurin við Visión 2015 eisini galda fyri Norðoyggjar, so eigur landsstýrismaðurin at hyggja at skúlunum í Klaksvík sum eini heild og kanna, hvussu hesir saman kunnu virka bíligari og betur í Klaksvík. Rationaliseringar kunnu, sum øllum kunnugt, eisini gerast á staðnum.
Latið okkum varðveita eitt fjøltáttað útbúgvingartilboð til øll í Føroyum - eisini í Norðoyggjum!