Í sambandi við ummælisviðgerð hjá mentanarnevndini til fíggjarnevndina setti mentanarnevndin herfyri mentamálaráðharranum nakrar spurningar viðvíkjandi fíggjarætlanini fyri 2006 fyri miðnámsskúlar. Í svarinum gongur fram, at fíggjarætlanin er treytað av, at nú Norðoyartunnilin verður tikin í nýtslu, verður HF skeið bert skipað á einum stað í Norðoyar/Eysturoyarøkinum eftir summarfrítíðina.
Høvuðsgrundgeving horvin
Eitt av heitu útbúgvingarevnunum í sambandi við ummælisviðgerðirnar til komandi fíggjarlóg verður uttan framtíðin hjá Klaksvíkar HF skeiði. Politisk avgerð er tikin um, at tey bæði HF skeiðini í Klaksvík og á Kambsdali verða savna á einum stað, men enn er ikki avgjørt, hvat av teimum skal flyta.
Spurningurin um at flyta Klaksvíkar HF skeið yvir í Eysturoynna hevur verið frammi fleiri ferðir fyrr. Ein av høvuðsgrundgevingunum fyri at varveita HF skeiðið í Klaksvík hevur verið, at næmingarnir so sleppa undan siglitúrinum um Lorvíksfjørð. Við Norðoyatunlinum hvørvur hendan grundgevingin, og tað er eftir øllum at døma hetta, sum nú aftur hevur gjørt kjakið um Klaksvíkar HF skeið átroðkandi. Og landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, dylur heldur ikki yvir, at eftir hansara tykki hevði tað verið mest nátúrligt at flutt Klaksvíkar HF skeið yvir á Kambsdal, nú fasta sambandi um Lorvíksfjørð skjótt verður veruleiki.
- Sum mentamálaráðharri er tað mín skylda at rationalisera raksturin av skúlaverkinum, har tað ber til. Aftaná summarfrítíðina fer tað at taka næmingum í Norðoyggjum 10 minuttir í bili ella bussi at koma yvir á skúlan á Kambsdali, og tað vildi verið løgið, um tað ikki kom at ávirka mátan, tey bæði HF skeiðini hava verið skipað higartil, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hóast tað hevði verið hugsandi, er tað í løtuni lítið sum bendir á, at HF skeiði á Kambsdali verður flutt til Klaksvíkar. Jógvan á Lakjuni sigur, at á Eysturoyar Studentaskúla og HF skeiði er eitt stórt og hóskandi skúlaumhvørvið frammanundan, umframt at lærararnir stórt sæð eru teir somu. Sum Jógvan á Lakjuni skilur, verða hølisviðurskiftini á Kambsdali ongin stórvegis trupulleiki.
Tað eydnaðist tíverri ikki at fáa eina viðmerking frá Sámal í Skorini, rektara á Kambsdali, áðrenn blaðið fór til prentingar.