Nógvi kavin gjørdi tað vónleyst at avgreiða Klaksvíkarkappingina í fótbólti um vikuskiftið, soleiðis sum ætlanin annars var. Viðhaldsfólk hjá KÍ høvdu annars ætlað sær at rudda vøllin, so hesin kundi nýtast til fótbólt um vikuskiftið. Men at enda stóð greitt, at hugsingur ikki var um at spæla fótbólt, og so varð kappingin avlýst Enn er eingin nýggj dagfesting sett á, nær kappingin verður spæld.