Eftir at hava tapt móti Tvøroyrar Billardfelag og spælt javnt móti Mimi løgdu klaksvíkingar seg aftur klárt á odda í føroyameistarakappingini í billard, tá oddaliðið hjá Klaksvíkar Billardfelag vann 8-0 á Klaksvíkar Billardfelag 2 við meira enn 30 eygum í meðal
Føroyameistarakappingin í billard hevur átt nógvan spenning allar hesar fyrstu dystirnar. Fyrst legði Mimir seg á odda, síðani kom Klaksvíkar Klubbi 1 stormandi, síðani gjørdu tvøramenn eitt rættuligt hál, og nú hava veteranarnir úr Klaksvík aftur lagt seg fremst. Men enn kann kortini nógv broytast, tí øll liðini hava ikki spælt eins nógvar dystir.
Eftir at hava spælt javnt móti Mimi næstseinasta vikuskiftið 4-4 skoraði betra liðið úr Klaksvík fult stigatal 8-0 móti sínum nr. 2 liði. Sigurin var tó ikki bert væleydnaður í stigum. Kristian Sune Høgnesen og Sonhard Johannessen ruddaðu borðið nærum hvørja ferð, tá sluppu framat. Endaliga úrslitið gjørdist, at teir fingu umleið 30 eygu í meðal. Kristian Sune hevði besta spælið uppá 686 eygu og besta umfarið uppá 240 eygu.
Tvøroyrar Billardfelag hevði vitjan av Havnar Klubba og vann 6-2.
Við hesum úrslitinum liggur Klaksvíkar Klubbi 1 nú á odda við 36 stigum fyri seks dystir, 19,9 eygu í meðal, Tvøroyrar Billardfelag er nr. 2 við 24 stigum, 14,3 eygum í meðal fyri fimm dystir, Mimir er nr. 3 við 18 stigum, 17,0 eygum í meðal fyri tríggjar dystir, Havnar Klubbi er nr. 4 við 12 stigum, 12,9 eygum í meðal fyri fýra dystir og aftast er Klaksvíkar Billardfelag 2 við 6 stigum, 9,4 eygum í meðal fyri seks dystir.
Hetta vikuskiftið vitjar Mimir á Tvøroyri og Klaksvíkar Billardfelag 1 í Havnar Klubba.