Klaksvíkingar høvdu størri breidd enn ÍF

Fótbóltur, 1. deild menn: Stórur smeitur fyri ÍF, at verjuálitið og liðformaðurin Torstein Joensen breyt beinið

KÍ hongur í, og klaksvíkingar gera sítt fyri at varðveita spenningin í oddinum. Hesa ferð høvdu teir vitjan av fuglfirðingum, og tað myndaðist soleiðis, sum tað varð roknað við frammanundan. KÍ hevði bóltin nógv meiri, og tað mesta gekk fyri seg á hálvuni hjá fuglfirðingum.

Spurningurin var, um tað fór at eydnast at fáa mál, og tá tað var komið til hálvleik, og einki mál var komið, vóru tað onkrir av áskoðarunum, sum stúrdu fyri, at tað fór at enda soleiðis, sum tað onkuntíð hevur gjørt, altso at útiliðið fór at tiltuska sær eitt mál í mótálopi, og so skuldi luturin hjá KÍ vera at trýsta og trýsta, men soleiðis gekk tað kortini ikki.


Ov fá gjøgnumbrot

Hóast klaksvíkingar høvdu bóltin mest fyrra umfarið, so gekk illa hjá teimum at spæla seg til opnar málmøguleikar.

Teir høvdu trupulleikar at spæla fyrstu ferð og harvið at fáa ferð á. Kanska var ein av orsøkunum, at hetta var fyrsta ferðin, at teir royndu seg á nýggja undirlagnum, sum tað fríggjadagin og leygardagin var gjørt nógv fyri at fáa klárt, men tað tóktist heldur ikki serliga heppið, at Rógvi Jacobsen og Arnold Joensen høvdu býtt um leiklutir, soleiðis at hin fyrrnevndi, ið er toppskjútti hjá KÍ, var settur aftur á miðvøllin, meðan Arnold Joensen var í álopinum. Styrkin í spælinum hjá Arnoldi plagar at vera, tá hann fær bóltin aftarlaga og síðani setur turboina til. Frammarlaga á vøllinum er lítið øki at seta ferð á í.

Tað var eyðsýnt, hvat ÍF var komið til Klaksvíkar eftir. Fuglfirðingar vóru sera varnir í útgangsstøðu. Piotr var sjálvur á aftasta manni, Jazek og Torstein Joensen vóru frammanfyri hann, og Bartal Eliasen var á miðvøllinum.

Fuglfirðingar vóru ikki serliga áhugaðir í at ferðin var høg, og í deyðbóltsstøðunum døllaðu teir sær.


Mál og møguleikar

Fyrra umfarið hevði ÍF ongan møguleika. Heimaliðið hevði heldur ikki serliga stórar møguleikar. Bestu royndina hevði liðformaðurin, Harley Bertholdsen, tá hann sendi landgskot á tvørtræið.

Í 2. hálvleiki tóktist tað sum um, at breiddin hjá KÍ gjørdi seg galdandi. Klaksvíkingarnir tóktust vera betri fyri enn mótstøðumenninir, og tað var stórur trumfur, tá Kurt Mørkøre eftir eitt lítið korter varð settur inn í álopið. Eitt er, at hann er málsøkin, og eitt annað er, at mótstøðumenninir hava so stóra virðing fyri honum ? eisini tá hann ikki er so væl fyri, sum hann onkuntíð hevur verið ? at teir seta tveir menn á hann.

Bara fimm minuttir eftir, at hann var komin inn, fekk Kurt málið, sum loysti størsta spenningin av klaksvíkingum. Miðverjin Símun Waag Høgnesen dró seg fram í vinstru, stakk í brotsteigin til John Hansen, ið fekk skot á, Alfred Olsen í ÍF málinum hálvbjargaði, og so var Kurt Mørkøre fyrstur á returinum.

Leiðslumálið hjá KÍ gjørdi, at fuglfirðingar sleptu eitt sindur í verjupartinum, KÍ datt longri aftur á vøllin, og teir vóru at tosa við. Símun Eliasen stútaði eitt innlegg í føvningin á Gunnari á Steig, og pólverjin Mariniak fekk veldugan møguleika, tá hann kom einsamallur ímóti Gunnari á Steig, sum bjargaði sera væl.

Átta minuttir undan leikloki var heimasigurin ? og harvið fyrsta eydnustrokið í 90 ára føðingardagshaldinum hjá Klaksvíkini ? staðfestur. Símun Waag Høgnesen var sera tryggur, tá hann sendi brotsspark í kassan.


Óheppið fyri fuglfirðingar

Eitt var, at ÍF noyddist úr Klaksvík sum av torvheiðum. Tí møguleikanum høvdu teir ivaleyst lagt uppfyri.

Hópin verri var, at eitt av álitunum á liðnum, liðformaðurin og miðverjin Torstein Joensen, seks minuttir undan leikloki noyddist av vøllinum. Í nærdysti fekk hann so mikið stóran skaða í beinið, at hann fekk ikki spælt meiri, og seinni vísti tað seg, at okkurt er brotið. Torstein Joensen skuldi á Klaksvíkar sjúkrahús í gjár. Tað ganga ivaleyst fleiri vikur, áðrenn hann aftur verður at síggja á vøllinum ? um hann yvirhøvur verður við aftur í ár.