Klaksvíkingar rýma undan presti

Misnøgdin við prestarnar í Klaksvík er so stór, at fólk rýma undan teimum og fara aðrastaðni í kirkju. Prestarnir hava tømt Christianskirkjuna við sínum prædikum, har persónligt klandur við biskuppin alla tíðina skínur ígjøgnum

So stór er misnøgdin við prestarnar í Klaksvík, at vanlig kirkjufólk beinleiðis rýma undan teimum. Prestarnir hava prædikað Christianskirkjuna tóma við prædikum, sum litaðar eru av egnum klandurssemi.

Soleiðis sigur Asbjørn Lómaklett, sum er ein teirra, ið stendur aftan fyri undirskriftainnsavningina, sum fer fram í Klaksvík um dagarnar.

Hann sigur, at hann er púra samdur við konuni, sum í Útvarpinum í seinastu viku segði, at prestarnir í Klaksvík hava prædikað kirkjuna tóma. Vanligt var fyrr, sigur hann, at eini 300-400 fólk komu í kirkju í Klaksvík ein vanligan sunnudag. Nú er tali fallið til umleið helvtina. Prestarnir hava stygt fólk burtur við síni fundamentalistisku framferð.

Misnøgdin við prestarnar í Klaksvík er so stór, at nógv fólk fara bara í Christianskirkjuna, tá lestur verður lisin. Aðrar dagar fara tey aðrastaðni í kirkju. Eitt nú til Viðareiðis, sigur Asbjørn Lómaklett.

Nú er komið so vítt, at krkjufólk í Klaksvík beinleiðis heita á Føroya biskupp um at taka teirra egnu prestar av ræði.

Asbjørn Lómaklett í Klaksvík, hevur sjálvur fyrr verið deknur í Christiansjkirkjuni. Hann sigur, at tað tó er sum vanligur kirkjugangari, hann er við í hesum tiltakinum, og at hendingin við Viborg bispinum bert var dropin, sum fekk bikarið at flóta yvir. Hann sigur, at áheitanin á Føroya biskup um at fáa Karsten Nissen, biskup í Viborg, til Klaksvíkar á hvítusunnu, er ein máti at vísa, at tað eru aðrar meiningar í kirkjuliðnum í Klaksvík, enn tær fundamentalistisku, sum prestarnir og partur av kirkjuráðnum umboða.

Hesi, sum nú skriva undir, halda tað vera stóra skomm fyri Klaksvíkina at sýta donskum biskuppi atgongd til kirkjuna, tí prestarnir har klandrast við teirra egna biskupp.

Tey, sum savna undirskriftir, hava ikki fínkembt Klaksvíkina, sigur Asbjørn Lómaklett. Tey eru bara farin til fólk, sum tey vita vanliga plagdu at ganga í kirkju. Og eingin ivi er um, heldur hann, at onkur er lopin um, sum annars hevði havt skrivað undir. Umleið 500 undirskriftir eru higartil savnaðar, og tær verða sendar bispi fyrsta dagin. Tey, sum skrivað hava undir áheitanina á biskupp, eru øll fólk yvir 18 ár.

Asbjørn Lómaklett sigur, at kirkjufólk í Klaksvík eru vorðin kedd av, at prestarnir sunnudag eftir sunnudag brúka prædikustólin til at leggja egnar meiningar um klandur teirra við biskuppin út. Prædikurnar eru heilt greitt litaðar av prestanna persónligu sjónarmiðum, og boðskapurin, teir annars áttu at lagt út, dettur líkasum burturímillum. Hóast teir ikki nevna nøvn, er eingin ivi hjá kirkjufólkinum um, hvat teir vilja við sínum prædikum. Og tað tíma fólk heilt einfalt ikki at hoyra longur, sigur Asbjørn Lómaklett.h;llum mismuni millum einstaklingar og stættir.

Ein sjálvsagdur táttur í hesum stríðnum fyri samfelagsligum frælsi er at vit tjóðskaparliga eisini vilja standa á egnum beinum, at vit gerast búskaparliga sjálvbjargin og eisini ráða okkum sjálvi til fulnar - so vit sum búgva í hesum landi, og ongin annar, skulu ráða fyri, hvussu vit skipa okkara samfelag.. Men vit ásanna, at vit hava ídag ikki allar tær búskaparligu og fyrisitingarligu fortreytir sum skulu til, og tí er fyrsta stigið, at vit miðvíst fara eftir at útvega okkum tær, at vit nú fara at leggja grundarlagið, sum einar frælsar Føroyar kunnu standa á. Javnaðarflokkurin loypir ikki eftir einum fullveldi, sum búskaparligt og fyrisitingarligt grundarlag ikki er undir, og sum vit skulu gjalda fyri við skerdum samfelagsligum frælsi.

Jú, eg haldi tað er so náttúrligt, at ein sosialistur og sjálvstýrismaður hoyrir heima í Javnaðarflokkinum. Tá eg svaraði Manna síðst, vísti eg á, at tað hava verið gjørdar fleiri royndir at skipa politiskar flokkar vinstrumegin Javnaðarflokkin, sum tó allar eru so syndarliga miseydnaðar. Mín niðurstøða av hesum royndum var, at tað neyvan fer at verða rúm og vónandi heldur ikki neyðugt við nýggjum vinstraflokki. Tað er mín sannføring, at tey vinstrahallu sjónarmiðini skulu kunna rúmast í og vera ein partur av tí føroyska Javnaðarflokkinum. Tað var m.a. út frá hesi greiðu fyritreyt at eg á vári 1998 játtaði at fara uppí og stilla upp fyri Javnaðarflokkin.

Eg havi eisini sannað, nú meir enn tvey ár eru farin, at tað er hugsjónarliga rúm í Javnaðarflokkinum, her er vítt til veggja, ofta í sera lívligum og hvassum orðaskifti, um sosialismu og sjálvstýri, um neyðsemjur í gerandisdegnum og um politiskar hugsjónir. Men eg skal viðganga, at eitt mál hevur lagt seg tungt yvir alt og troðkað øll onnur spennandi mál til viks - tað er hetta stríðið um fullveldi ella sjálvstýri. Tí eri eg ein teirra, sum gleði meg til vit hava fingið lagt tað afturum, og tað aftur verður møguligt at viðgera verulig samfelagsmál, uttan at støðutakanin í hesum stríðnum skal forða fyri samstarvi millum teir flokkar, sum annars áttu at staðið saman, nevnliga Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin.


Hans Pauli Strøm,

javnaðarmaður