Klaksvíkingar ruddaðu borðið

Heiðurin og minnið um slóðbrótandi arbeiðið Haldor Holm, sáli gjørdi fyri billardspælinum her á landi var fullgjørt, tá tað seinasta vikuskiftið eydnaðist klaksvíkingum at gerast bæði nr. 1, 2 og 3 í kappingini um Haldor Holm steypið

 

Hóast kappast hevur verið um heiðurin at fáa sítt navn innskrivað í stóra steypið í meira enn 12 ár, so hevur tað ikki fyrr enn nú eydnast nøkrum klaksvíkingi at vinna kappingina. Og tá sigurin loksins skuldi fara til heimplássið hjá Haldor Holm, sála, so var tað ein av slitmonnunum í billardspælinum, Kristian Suni Høgnesen, sum vann bæði virðiliga og greiddliga.

Kristian Suni hevur spælt billard fyri Klaksvíkar Klubba í meira enn 15 ár og hevur hesa tíðina verið við til at vinna FM heitið fyri lið. Tað hevur tó ongantíð eydnast honum at vinna stórar einstaklingakappingar. Men nú skuldi tað so verða, og tað var eisini við maner, tí hesin gløggi og stríðshugaði billardspælarin vann so dyggiliga við meira enn 30 eygum í meðal.

Kristian Suni hevur verið við til fleiri FM kappingar fyri einstaklingar, men har hevur eydnan ikki verið við honum ? enn. Tað skilst, at størsta ynskið hjá Kristiani er at seta krúnuna á verkið og gerast FM-meistari komandi. Fyrsti klaksvíkingurin, sum gjørdist føroyameistari var Sonhard Johannesen, sum tók táverandi meistaran Henrik Pedersen á bóli í avgerandi dysti á Tvøroyri fyri tveimum árum síðani. Í løtuni eigur Max Rasmussen FM-heitið. Verður Kristian Suni at vísa slíkt spæl hann gjørdi seinasta vikuskiftið til komandi FM kapping fyri einstaklingar, so er hann heilt greitt ein av favorittunum.


Nr. 2 í kappingini var heldur ikki til at "kimsa" at. Sonhard Johannesen hevði tá avtornaði 24 eygu í meðal, meðan enn ein klaksvíkingar, Niklas Heri Jákupsson gjørdist nr. 3 við umleið 18 eygum í meðal.

Tað var sum ikki einaferð Føroya Bjór, sum stuðlaði hesi 12. kappingini um Haldor Holm Steypið við steypum til nr. 1,2 og 3. Føroya Bjór hevur verið høvuðssponsor hjá hesi kapping øll árini umframt at lata steyp til aðrar FM-kappingar í billard, sum verða leiktar í Klaksvík.

FM-kappingarnar í billard byrja annars komandi vikuskiftið.