Klaksvíkingar skoraðu níggju mál

Burtursæð frá málverjanum var eingin av teimum hjá NSÍ, sum í gjár vunnu á B36, á vøllinum í Klaksvík ídag

KÍ vann Klaksvíkskappingina 2020. Seint seinnapartin var finalan ímóti NSÍ, sum legði rygg til 9-1 tap.

Tað verður neyvan soleiðis, at Glenn Ståhl og hansara menn fara at liggja svøvnleysir tær næstu dagarnar, hóast NSÍ í dag tapti 9-1 í Klaksvík.

Serliga í framrættaða partinum var KÍ mannað við teimum, sum verða roknaðir at vera teir, ið skulu skjóta málini, so klaskvíkingar aftur í ár kunnu vera við í FM stríðnum.

Hjá NSÍ var millum lítið og einki at síggja til teir, sum í gjár vunnu 2-0 ímóti NSÍ. Undantakið var Tórður Thomsen, sum vardi málið mesta partin av tíðini.

Hálvleiksstøðan var 6-1. Sølvi Sigvardsen javnaði til 1-1 fyri NSÍ.

KÍ málini skoraðu Páll A. Klettskarð (3), Ole Erik Midtskogen (2) og Jóannes Bjartalíð, Alessio Hyseni, Patrik Johannesen og Odmar Færø.