So er summar um alt Føroya land! Í dag er 1. juni, og í morgin verður fyrsti FM róðurin í kappróðri.
Sum tað hevur verið øll árini, síðani tað í 1973 fyri fyrstu ferð varð kappast um FM sambært tí skipan, sum framvegis er galdandi, so verður fyrsti róðurin á Norðoyastevnu í Klaksvík.
Veðrið hevur mangan verið gott, tá ið stevna hevur verið í Klaksvík, men tað hevur sanniliga eisini ofta verið buldraligt – vindur, regn, onkuntíð grovir kavaælingar – og róðraráhugað komast við, tá ið tað fyri ikki so langari tíð síðani var neyðugt at útseta róðurin í nakrar tímar, tí tað var so nógvur mjørki á vánni!
Alt bendir á, at róðrarlíkindini verða góð í morgin. Tað hevur verið góðveður seinastu tvær vikurnar, og veðurforsøgnirnar siga frá góðum líkindum. Ivaleyst verður tað rættuliga svalligt hjá rógvarunum og ikki minst áskoðarunum, tí tað verður boðað frá høgætt, men vindurin verður millum lítil og eingin, og tað verður millum lítið og einki av avfalli.
Klaksvíkingur í heimasjógvi
Í fjør varð nógv gjørt burturúr, at tað eydnaðist Klaksvíkingi at vinna á Norðoyastevnu fyri fyrstu ferð í 41 ár. Tá var kappingin so intens, sum tað ber til at ímynda sær. Einasta takið, at Vestmenningur ikki var fremstur, var í tí, tá ið bátarnir fóru um málið!
Fýra bátar luttaka í kappingini millum 10-mannaførini, og tað ljóðar frá, at allir hava fyrireikað seg sera væl og eru væl fyri. Umframt Klaksvíking eru tað Vestmenningur, sum var næstfyrstur í øllum sjey róðrunum í fjør og Suðuroyingur og Havnarbáturin.
Ikki minst er spenningurin stórur, hvussu tað fer at roynast hjá teimum báðum síðst nevndu. Havnarbáturin hevur ikki sett sama dám á kappingina seinastu árini soleiðis, sum báturin plagdi at gera. Nú er nýggjur bátur smíðaður, og teir, sum í fjør so sannførandi vunnu FM umborð á Argjabátinum, eru farnir heim um ánna at hjálpa Havnar Róðrarfelag, sum hevur verið illa spert.
Nýstovnaða Suðuroyar Róðrarfelag bjóðar seg fram við Suðuroyingi, har nógvir eru umborð, sum hava róð við Riddaranum og Smyrli.
Í Klaksvík er spenningurin stórur, tí tað er ongantíð komið fyri áður, at Klaksvíkingur hevur vunnið á Norðoyastevnu tvær ferðir á rað. Sigurssøgan hjá Klaksvíkingi er rættuliga stutt á Norðoyastevnu. Í heimasjógvi hava klaksvíkingar bara vunnið í 2011, 1970 og í 1958. Bæði í 1958 og í 1970 vunnu teir við nýggjum báti.
Í fjør vann 10-mannafarið í Klaksvík FM við fullum stigatali. Um tað eydnast at vinna á Norðoyastevnu, so verður sigurin søguligur á tann hátt, at tað verður fyrsta ferðin, at Klaksvíkingur hevur endurtikið sigurin í heimasjógvi.
Ikki stórir róðrar
Samlaða luttakaratalið í kappróðrinum á Norðoyastevnu er 49 manningar.
Størsti róðurin er 9 bátar. Tað er í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Lægsta luttakaratalið er í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum. Har fara bara tríggir bátar at kappast.
Á 1500 metrum fara 6-mannaførini við monnum, 8-mannaførini og 10-mannaførini at kappast. Felags fyri hesar tríggjar kappingarnar er, at fýra bátar bjóða seg fram.