Klaksvíkingar vóru undirmannaðir og vunnu stórsigur

AB misnýtti eftir stuttari løtu í 1. hálvleiki tvey brotsspørk, og í 2. hálvleiki misnýttu teir møguleika, sum var uppaftur størri enn møguleiki úr ellivu metrum

LØGMANSSTEYPIÐ

Eftir fyrst 4?0 tap á heimavølli og síðani javnleik á útivølli, fekk KÍ leygardagin javnvág í málmunin í steypakappingini. KÍ vann rudduligan 4?0 sigur á 2. deildarliðnum AB. Spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, hóast KÍ í ein tíma bara spældi við tíggju monnum. Miðverjin Alexander Djordjevic sá reytt, eftir at hann royndi at hevna seg inn á Johnny Samuelsen. KÍ spælarin rakti ikki AB álopsmannin, men dómarin sá tilburðin, kendi reglurnar og sendi jugoslavan undir brúsuna.
Hjalgrím Elttør, sum var hangandi álopsmaður aftanfyri Ova Nysted, setti hol á. Magni Hentze í AB málinum hálvbjargaði stútara frá Ova Nysted, og Hjalgrím var fyrstur á returinum. Ove Nysted økti til 2?0. Mitt fyri varð hann spældur leysur, og tá ið málverjin kendi seg noyddan at leypa út, lyfti álopsmaðurin bóltin í bleytum boga upp um málverjan og í netið.
Eftir lítlari løtu seinnapartin av 1. hálvleiki fekk AB tvær ferðir møguleikan at minka um munin úr ellivu metrum, og í báðum førunum kom einki burturúr. Í fyrra førinum dømdi dómarin, tí hann metti, at Jan Andreasen hevði spælt bóltin við hondini, og í seinna førinum dømdi hann, tí at hann helt, at Atli Danielsen hevði felt Jan B. Jørgensen. Pætur D. Jacobsen sendi fyrru royndina við síðuna av málinum, og í tí seinna førinum bjargaði Karstin Joensen ikki serliga góðu royndini hjá Johnny Samuelsen.
Í 2. hálvleiki broytti AB frá 4?4?2 og til 4?3?3. KÍ tók Ova Nysted úr álopinum og aftur í plássið, sum stóð tómt eftir Alexander Djordjevic, og tað var bara KÍ, sum fekk mál. AB royndi at spæla álopskent, og teir fingu størri møguleika enn brotsspark. Jan B. Jørgensen og Hans Jørgen Djurhuus vóru einsamallir við KÍ málverjanum. Jan trillaði bóltin upp á tvørs, men Hans Jørgen sendi við síðuna av fullkomuliga tóma málinum.
Arnold Joensen og Ove Nysted skoraðu KÍ málini. Í báðum førunum var talan um støður eftir hornaspark. Arnold stýrdi bóltinum í málið eftir flatt innlegg, og Ove snittaði stutt hornaspark við høvdinum og í handara síðunetið.
Stórsigurin hjá KÍ og tað at EB/Streymur og VB spældu javnt ber við sær, at klaksvíkingar nú ? á sama hátt sum EB/Streymur og VB ? sjálvir kunnu gera av, um teir skulu enda á øðrum av tveimum teimum bestu plássunum, sum bera trygd fyri luttøku í fjórðingsfinaluni við sær.
Nyttan hjá AB av bólkaspælinum er, at teir ivaleyst verða betri fyri enn hini liðini í 2. deild, tá ið tað verður farið undir landskappingina.

Dysturin í tølum
KÍ?AB 4?0 (2?0)
1?0: Hjalgrím Elttør
2?0: Ove Nysted
3?0: Arnold Joensen
4?0: Ove Nysted

KÍ: Karstin Joensen ? Atli Danielsen, Jan Andreasen, Alexander Djordjevic, Rúni Elttør ? Arnold Joensen, Allan Joensen, Jan Joensen, Harley Bertholdsen ? Hjalgrím Elttør, Ove Nysted
AB: Magni Thomsen ? Svenning W. Hansen, Bernhard Petersen, Signar Johannesen, Jónsvein Bærentsen ? Pætur D. Jacobsen, Flóvin Jespersen, Bogi Midjord, Hans Jørgen Djurhuus ? Jan B. Jørgensen, Johnny Samuelsen