Klaksvíkingarnir mistu á stokkinum

Fótbóltur: Oddaliðið var treiskt og staðfesti, hví teir komandi sunnudag fara at vinna meistaraheitið

Fótbóltur er eitt spæl, har tað eru ellivu spælarar á hvørjum liðnum, sum renna eftir einum bólti, og tað endar altíð við, at týskararnir vinna. Soleiðis skal fyrrverandi eingilski málslúkurin, Gary Lineker, sum nú fær fyri mati í munnin frá BBC, hava tikið til eina ferð. Og hava vit gongdina í landskappingini og steypakappingini heima á landi í ár í huga, so kunnu vit næstan siga tað sama um HB.

Gamaní vann HB ikki móti KÍ sunnudagin, men tá Bergur Magnussen, sum saman við linjuverjunum báðum hevði gott tak á og lat spælararnar brúka síni likamsevnir, uttan at tað á nakran hátt gjørdist buldraligt, bríkslaði fyri síðstu ferð, vóru tað HB og teirra viðhaldsfólk, sum í hvussu so er royndu at fegnast, meðan heimafólkið var vónbrotið.

Og tað var ikki so undarligt. Tí KÍ hevði øll kort á hondini at vinna. Teir komu á odda 2-1, tá seinna umfarið var trettan minuttir gamalt, og tá tað restaðu sjey minuttir varð HB liðformaðurin, Rúni Nolsøe, rikin av vøllinum, tí hann hevði tikið beinini undan Kurt Mørkøre, sum enn eina ferð var um at slíta seg leysan.

Brotið varð framt dygst uttanvert brotsteigarmarkið, og Kurt Mørkøre sendi sjálvur frísparkið í tvørtræið. Stutt eftir var Arnold Joensen púra leysur, men í staðin fyri at søkja inn um miðverjan og harvið tvinga hann at gera brotsspark og um hann ikki gjørdi tað, so átti vinkulin hjá KÍ manninum at verið so stórur, at tað hevði ikki borið til at kiksa. Men Arnold líka sum gleið av, fór eitt sindur út í vinstru, og so spurdist einki burturúr.


Viljin drívur verkið

Og so var tað, at HB ? tá øll vón fyri at fáa stig tóktist burtur, og teir umleið fimm hundrað havnarmenninir, ið vóru komnir norður í góðveðrið, so at siga høvdu funnið seg til sættis við, at heimferðin fór at gerast drúgv og keðilig ? lyfti seg sjálvt upp við hárinum og javnaði, og so var lagið gott.

Útjavnandi málið eftir 87 minuttir stóðst partvís av ágrýtninum og viljanum, sum HB vísti, og partvís av, at klaksvíkingarnir ikki vóru nóg kaldir og neyvir, tá mest um galt.

Hóast teir vóru yvirmannaðir og frammanfyri, so lat heimaliðið seg seinnapartin av 2. hálvleiki kroysta ov langt aftur á egna hálvu, og tá teir fingu fatur á, megnaðu teir ikki at flyta seg eitt vet fram og spæla rundanum undirmannaðu mótstøðumenninar og harvið at lata tíðina arbeiða fyri heimasigrinum.

Akkurát soleiðis var støðan, tá HB javnaði. Klaksvíkingar fingu tvær ferðir fatur á í høgra verjuborði, tvær ferðir góvu teir HB bóltin, og seinnu ferðina eydnaðist tað hjá Bjarka Mohr, sum serliga fyrrapartin av 1. hálvleiki hevði stórar trupulleikar í verjupartinum, har HB var undirmannað í vinstra borði, at leggja flatt innfyri. Bólturin streyk framvið vinum og mótstøðumonnum, og við handara stólpan stakk Jens Erik Rasmussen fótin fram, og so var javnt, og túrurin til Klaksvíkar væl betri eydnaður, enn hann annars hevði verið.


Lívligt og undirhaldandi

Kanska var spælið ikki so ógvuliga polerað onkrar løtur í 2. hálvleiki, men tað er einki at taka seg aftur í, at KÍ og HB vístu sunnudagin størsta fótbóltsundirhaldið, sum hevur verið at sæð í landskappingini í ár ? kanska við undantaki av dystinum millum HB og B36 beint eftir summarsteðgin.

At KÍ kom á odda longu tá fimm minuttir vóru farnir gjørdi, at taktisku bindingarnar vórðu tveittar burtur beinanvegin, og so varð spælt við fullari ferð.

Harley Bertholdsen, sum saman við Arnoldi Joensen stóð fyri nógvum uppspæli í høgra borði, skoraði til 1-0 eftir hornaspark í vinstru og út frá. Bólturin tók í fótin á einum av mongu monnunum í brotsteiginum og snýtti Kaj Leo Johannesen.

KÍ hevði greitt yvirtak fyrrapartin av fyrra umfarinum, tá tað orduliga miseydnaðist hjá HB at leggja trýst á mótstøðumenninar frammarlaga á vøllinum. Marek stýrdi miðvøllinum, John Hansen vísti landsliðsstøði í vinstra borði, og Kurt Mørkøre var ein støðug hóttan fyri sterku miðverjuna hjá HB, sum noyddist at arbeiða nógv og sjáldan tordi at sleppa og fara við í álop.

Men so við og við kom HB meiri við. Teir royndu at fáa nyttu burturúr, at vongspælararnir hjá KÍ vóru so framrættaðir, og onkuntíð spældu teir seg til innlegg.

Útjavnandi málið var ein orduligur brølari. Allan Joensen, sum í útgangsstøðuni var forstoppari saman við bróðrinum Jan Joensen, var eitt vet trongdur, tá hann fekk bóltin frá málverjanum, dragingin framvið Allani Mørkøre miseydnaðist, og landsliðsmaðurin var tryggleikin, tá hann kom móti Gunnari á Steig (var tryggur bæði á strikuni og úti í brotsteiginum).

Seinna leiðslumálið fekk KÍ átta minuttir eftir steðgin. Rógvi Jacobsen, sum í 2. hálvleiki fekk trupulleikar við at sleppa av við bóltin, vann luftbólt eftir útspark frá Kaj Leo Johannesen, Kurt Mørkøre kom framum Hans á Lag, og toppskjuttin hjá KÍ svíkti ikki, tá hann kom einsamallur móti HB málverjanum.

So var rómurin so stórur, sum hann bara kann vera í Klaksvík. Ferðin var høg, spælið var ofta gott og samanhangandi, men viðhvørt gjørdi ferðin, at sendingarnar fóru skeivar.

Tað sang í, tá tað varð taklað báðar vegir, bæði liðini fingu eitt mál kolldømt fyri rangstøðu, og KÍ flutti verjugarðin, sum í 1. hálvleiki hevði verið um miðstrikuna, nakað longri aftur á egna hálvu.

HB venjarin nýtti allar møguleikarnar at skifta út. Tá Ingi Rasmussen kom inn á miðvøllin minkaði valdið hjá Marek nakað, og so var tað, at HB javnaði, og bæði havnarmenn og klaksvíkingar fóru til hús við einum eitt sindur undarligum ráka í munninum.

Liðini høvdu bæði verið við til at givið veldugu áskoðarafjøldini nógv undirhald fyri atgongugjaldið, men hvørgin parturin hevði fingið tað burturúr, sum hann hevði ætlað.

Men eingin ivi er um, at talan var um ein tann størsta fótbóltsspenning á árinum.