Bárður Johnsson Heinesen skiftir frá KÍ til HB. Tað staðfestur heimasíðan hjá HB í dag.
Bárður Johnsson Heinesen er framherji og spældi fleiri dystir fyri besta liðið hjá KÍ farna kappingarár. Framherjin er 22 ára gamal og hevur bara umboðað KÍ higartil.
Sáttmálin er galdandi fyri tvey ár.
Myd: (www.hb.fo) Finnbogi Arge, formaður í HB, og Bárður Johnsson Heinesen