Klaksvíkingur úttikin til U21

Ein broyting er gjørd undan U21-landsdystinum hóskvøldið.

Føroyska U21-landsliðið hevur EM-undankappingardyst fyri framman hóskvøldið, tá ið Finnland kemur á vitjan á Tórsvølli. Tað eru úttiknir 20 leikarar til dystin, og í dag er ein broyting framd í hópinum.

 

Orsøkin er tann, at Magnus Egilsson hjá HB, ið upprunaliga var úttikin, hevur meldað avboð. Avloysari hansara verður David Langgaard hjá KÍ, ið veruliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá KÍ í ár. Tað veit lokalmiðilin í norðoyggjum, Norðlýsið, at siga í kvøld.

 

David Langgaard hevur spælt sjey dystir á besta liðnum hjá KÍ í ár, og hevur hann víst seg at verið ein fjølbroyttur leikari, ið kann spæla á fleiri plássum. Millum annað hevur hann spælt bæði sum høgri vongur og vinstri bakkur hjá KÍ í ár. Tó fekk hann ein keðiligan leiklut í farna dysti hjá KÍ, tá ið hann varð útvístur í hálvfinaluni hjá KÍ ímóti NSÍ í steypakappingini. Útvísingin fekk tó ikki stórvegis ávirkan á dystin, tí at KÍ vann heili 4-1.

 

Frammanundan hava Hørður Askham hjá B36 og Ári Mohr Jónsson hjá HB givið avboð til dystin vegna skaðar. Jákup Vatnhamar Olsen hjá Víkingi var ikki upprunaliga úttikin til hópin, men bleiv úttikin eftir avboðini frá hesum báðum.

 

Dysturin ímillum Føroyar og Finnland byrjar hóskvøldið klokkan 18. Føroyski hópurin, ið telur 19 mans, sæst niðanfyri.

 

Málmenn

Elias Rasmussen, Víkingur

Karstin Hansen, NSÍ

 

Verjuleikarar

Leivur Joensen, ÍF 

Jákup Vatnhamar Olsen, Víkingur

Andrias H. Eriksen, B36

Jákup F. Hansen, HB 

Benjamin Heinesen, B36 

Teitur J. Olsen, TB 

 

Miðvallarar


Jonas Gejel Hansen, Helsingør FC

Jóannes Bjartalíð, KÍ 

Hákun Edmundsson, B68 

Gestur B. Dam, B36 

Petur Knudsen, NSÍ 

Teit Jacobsen, HB

David Langgaard, KÍ

Jákup B. Andreasen, KÍ 

 

Áleyparar

Meinhard E. Olsen, Vendsyssel FF 

Patrik Johannesen, AB 

Jákup Thomsen, FC Midtjylland