Klaksvíkingur vann eftir framúr endaspurt

Avgerðin um, hvør skal vinna FM heitið í kappingini millum 10-mannaførini, er útsett. Um Eysturoyingur í dag hevði vunnið í Kollafirði, so hevði tað verið ógvuliga ilt at ímynda sær annan FM vinnara enn Eysturoying.

Leingi sá tað út til, at tað skuldi ganga, sum tað hevur gjørt tvær tær undanfarnu ferðirnar. Tá ið 400 metrar vóru eftir á mál, fór Klaksvíkingur rættuliga at røra upp á seg. Klaksvíkingur hevði verið tað mesta av einari bátslongd aftanfyri Eystsuroying, men tá ið bátarnir fóru um málið, var tað Klaksvíkingur, sum var eitt vet undan Eysturoyingi.

Talan var um óvanliga langan endaspurt. Kanska einar 400 metrar. Hetta var kappróður, tá ið hann er bestur og mest intensur. Áskoðarafjøldin fekk eina róðrarfinalu á Sundalagsstevnu, sum tað bara ber til at droyma um.

Ormurin Langi helt longri tørn um hinar báðar bátarnar, enn hann hevur megnað í undanfarnu róðrunum. Tað kundi boðað frá, at tað kanska verður uppaftur meiri spennandi í næstu róðrunum, enn tað higartil hevur verið.

 

Úrslit

1 Klaksvíkingur 09:26.02

2 Eysturoyingur 09:26.07

3 Ormurin Langi RK 09:36.12

 

Støðan

1 Eysturoyingur 20

2 Klaksvíkingur 19

3 Ormurin Langi RK 15