Kavi
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Børnini í Skúlanum á Ziskatrøð kunnu ikki kenna seg heilt trygg longur. Skúlagarðurin fekk týsdagin ein nýggjan garðvakt, og hesin er ikki hvør sum helst. Óivað er hesin tann størsti garðvakturin, sum nakrantíð hevur verið at sæð í Klaksvík, allarhelst eisini í Føroyum yvirhøvur.
Hesin er so stórur, at hann sær alt, sum gongur fyri seg í garðinum. Og líkamikið, hvar tú stendur, so sært tú eisini hann. So illa ber til at gera fortreð longur.
Men hóast hann møguliga sær eitt sindur ræðandi út, so frætta vit frá børnunum, at hann er so sera fittur og fryntiligur. Hann er góður við øll børn, og hann hugnar sær, har hann stendur og hyggur út yvur børnini, meðan tey spæla í fríkorterunum.
Størsti nakrantíð
Børnini í Skúlanum á Ziskatrøð hava sjálvi bygt hendan stóra og vakra kavamann, sum stendur inni í skúlagarðinum.
Kavin hevur ligið tjúkkur yvir allar Norðoyggjar í fleiri vikur nú, og fyri summi er hetta als einki stuttligt.
Men sum so oftast, duga børn at síggja okkurt positivt við øllum, og soleiðis var eisini seinasta týsdag.
Meðan fólk í býnum østu seg inn á kavan, sum tarnaði flest allari ferðslu, fóru børnini í holt við at byggja ein kavamann, sum óivað er ein tann størsti nakrantíð í býnum.
Áðrenn børnini fóru til hús seinnapartin, var kavamaðurin vorðin heilar 4.10 metrar høgur.
Vit hava frætt, at hetta ikki er fyrstu ferð, at børnini á Ziskatrøð byggja stórar kavamenn. Men hesin í ár er so tann størsti, tey nakrantíð hava bygt.
Eftir er so bert at vóna, at børnini fáa gleði av nýggja garðvaktinum í nakrar dagar afturat.