Klaksvíksbørn við Regin Smiði til Litava

Í dag fara átta spent klaksvíksbørn til Litava á sjónleikarastevnu. Tey fara at framføra brot úr Regin Smiði fyri russiskum og litaviskum børnum, sum tey eisini fara at spæla sjónleik saman við á stevnuni

Høggini fella ógvusliga, og rættiligur dramatikkur er í luftini hesa løtuna, vit støkka inn á gólvið í gomlu fimleikarahøllini í Skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Teir átta 13 ?15 ára gomlu sjónleikararnir eru við at leggja seinastu hond á venjingarnar av teirra egnu poetisku útgávu av Regin Smiði. Fríggjadagin gongur leiðin nevniliga heilt til Kretinga í Litava á sjónleikarastevnu, har tey skulu framføra leikin fyri russiskum og litaviskum leikarum á sama aldri.
Øðrvísi venjingar
Sjónleikarastevnan varir í 10 dagar, og eitt av hæddarpunktunum verður eitt sokallað Tjóðarkvøld, har børnini framføra okkurt úr teirra egna landi. Søgan um Regin Smið er neyvan tann lættasta at spæla, men við góðari hjálp frá Sonju Schneider, sum hevur skriva handritið, og Eyð Matras, leikstjóra, hava børnini sett saman sera spennandi leikmyndina ?The Cursed Gold?. Meðan børnini dramatisera hendingarnar á pallinum í røttum miðaldar pallbúnum við svørum og eldi, greiðir frásøgufólkið, Eyð Matras, frá søgugongdini á enskum.
Børnini eru sera spent uppá sjálvar framførslurnar, men tey gleða seg serliga nógv til leikverksmiðjurnar, har tey skulu venja leikir saman við russisku og litavisku børnunum.
- Tað verður stuttligt at síggja, hvussu tey venja sjónleik. Tað er ikki vist, at tey brúka somu teknikkir, sum vit, og kanska venja tey í heila tiki øðrvísi, gruna børnini spent, men ivast ikki í, at tey fara at læra nógv av hvørjum øðrum.
Man skal tora
Men er tað ikki okkurt við, at serliga tey russisku børnini ikki duga so væl enskt?
- Jú, men so er bara at brúka armar og bein og annars dramatisera seg fram til, hvat man meinar, flenna børnini.
Og tað skuldi ligið væl fyri hjá júst hesum átta ungu leikararnum, sum øll hava gingið á dramaskeið hjá Eyð Matras í vetur. Har hava tey lært at brúka røddina, samanspæl og aðrar leikteknikkir, sum nú skulu standa sína roynd. Men serliga hetta at brúka røddina rætt, er ikki bara sum at siga tað
- Man skal brúka røddina uppá ein heilt annan máta á pallinum, enn man vanliga ger. Í fyrstuni følir man seg eitt sindur býttan, tí man skal brúka sovorðin ljóð, sum man annars ongantíð sigur, greiða børnini frá, meðan prátið gongur um, hvat tað krevur at blíva ein góður sjónleikari.
- Man skal tora væl og ikki vera smæðin ella bangin fyri at gera okkurt býtt. Og so skalt tú venja umaftur og umaftur, inntil tú gloymir teg sjálvan, siga børnini og leggja afturat, at alt hetta blívur lættari, tá man kemur at kenna hinar leikararnar betri. Tí vóna tey eisini, at tey kunnu halda á fram við dramskeiðnum hjá Eyð aftaná summarferiuna.
Vinaleikur
Men fyrst stendur Litava á skránni. Tað er Meginfelag Áhugaleikara Føroya, sum hevur fingið spennandi innbjóðingina frá Theatre-studio ?Atzalynas? at verða við á sjónleikarastevnuni í Litava. Stevnan er liður í eini størri leikverkætlan, sum ferðast um alt Europa í løtuni undir heitinum ?101 minutes of Street Theatre?, har hvør stevna endar við einum stórum útileiki. Seinni koma vertirnir í Litava, bæði sjónleikarar og lærarar, til Føroyar á eina líknadi stevnu, og Eyð vónar, at Klaksvíkin tá kann verða vertur fyri hesum vinaleiki millum børn og ung úr ymsum londum.