Klaksvíksfamilja í oljuklæðini í Sveis

Altjóðagerðin er av álvara komin til Føroya eisini. Boð eru eftir føroyskari arbeiðsmegi í útlandinum. Ella rættari eftir búskaparfrøðingi við olju sum speciali til risafyritøku í Geneve í Sveis. Tey hepnu eru Tummas Pauli Mýri og konan Martha, sum seinastu árini hava búð í Klaksvík saman við børnunum, Malan 6, Jákup 4 og Anna Louisa 1 ár, og sum nú fara til hetta ævintýrkenda og spennandi alpulandið at arbeiða og búgva í komandi 2 til 3 árini.

Hví koma til Føroya eftir búskaparfrøðingi, nú Europa klekir túsundtals slíkar á hvørjum ári! Svarið er einfalt: Havnarmaðurin Teitur Poulsen var headhuntaður til oddastarv í svensku fyritøkuni Lundin Petroleum, sum hevur sítt høvuðssæti í Sveis. So væl hevur gingið hjá honum, at leiðslan í oljufyritøkuni, sum er verd 20 milliardir krónur, sendi boð eftir enn einum føroyskum búskaparfrøðingi at umsita og virðisøkja stóru virðini.

-Eg helt tað ljóðaði ómetaliga spennandi at royna hetta starvið, nú eg jú havi drúgvar royndir í oljuvinnuni sigur ein blíður og spentur Tummas Pauli, nú hann riggar til at fara av landinum og leggja leiðina til Geneve. Seinni kemur restin av familjuni. Konan verður so heimaarbeiðandi at byrja við, nú smábørn eru í barnaflokkinum.

Fortíðin kemur væl við
Tað er so ikki minst fortíðin hjá Tummas Paula, sum nú kemur honum til góða. Hann valdi eftir lokið studentsprógv í Føroyum at leggja leiðina til Aberdeen eins og nógvir aðrir av hansara javnaldrum. Eftir lokna útbúgving frá m.a. Robert Gordon University fór hann at arbeiða sum búskaparførðingur við oljubúskapi sum sergrein hjá tveimum heimsins størstu oljufeløgum, fyrst í gótt og væl eitt ár hjá Shell og seinni í heili fimm ár hjá BP í Aberdeen og Stavanger. Heimkomin til Føroya var Tummas Pauli eitt tíðarskeið hjá BP í Havn. Seinni fekk hann so boðið starv í Føroya Banka sum íløguráðgevi.

Hóast oljuvinnan hevur staðið sera frammaliga, so hevur hetta seinasta árið í Føroya Banka havt ómetaliga stóran týdning fyri Tummas Paula. -Tað hevur verið eitt fantastiskt ár, tí tað er so sera spennandi, inspirerandi og avbjóðandi at arbeiða í fíggjarheiminum. So tað skuldi nakað heilt serstakt til at fáa hann at broyta løgdu kósina inn í pulserandi fíggjarheimin. Og tað var nýggja starvið. At fáa boðið búskaparstarv hjá altjóða oljufyritøku í Sveis vigaði tyngri.

Gott at fara burtur
Tummas Pauli Mýri telist millum teirra, ið halda, at ungir føroyingar, sum eru mobilir og hava lætt við at fóta sær í nýggjum umhvørvi, eiga at taka av slíkum avbjóðingum, tí tað kann vera eitt sera gott grundarlag at koma heimaaftur til eina møguliga føroyska oljuvinnu.

Oljufelagið Lundin Petroleum arbeiðir í nógvum londum, í Afrika og í Asia men eisini í Norðsjónum, har tað herfyri fekk leitiloyvi saman við ongum øðrum enn Faroe Petroleum. Spurdur um hetta kennskapið og samstarvið kann draga Lundin til Føroyaøkið eisini vil Tummas Pauli treyðugt svara, tí hann er so nýggjur. Vit loyva okkum tó at gita, at møguleiki átti at verið fyri, at eitt nú Lundin kann farma, keypa seg inn í leitiloyvið hjá Eni og Faroe Petroleum, har borast skal eftir olju í 2008. Teitur Poulsen, sum hevur verið hjá Lundin í eina tíð, arbeiddi fyrr hjá Faroe Petroleum. Kanska henda føroyska "connection" kann skunda yndir, at slík oljufeløg sum Lundin fara at vísa Føroyaøkinum ans. Bara tíðin fer at vísa, um felagið hjá Teiti og Tummas Paula fer at gerast uppaftur meira "føroyskt".

Stórar uppgávur
Uppgávurnar hjá Tummas Paula verða so fyrst og fremst at kanna møguleikarnar hjá Lundin í nýggjum leitiøkjum, í hvønn mun felagið skal keypa seg inn í oljukeldur kring um heimin og síðani at vera við til at byggja oljufelt út. Ein uppgáva hann eisini var partur av hjá Shell og BP.

Tummas Pauli dylur ikki fyri, at ætlanin hjá honum og familjuni er at koma heimaftur ein dag, og ongantíð betur um tað so er at vera partur av eini komandi føroyskari oljuvinnu. Finna vit olju, hvat Tummas Pauli ikki ivast í, so er gott at fáa føroyingar, sum hava fingið sær vitan og royndir í útlendskari oljuvinnu, heim til hesa vinnu.

Annars heldur Tummas Pauli tað vera bæði sunt og gott fyri føroyingar eisini at taka við avbjóðingum úti í verð, ikki minst nú vit eru partur av altjóðagerðini. Børnini kunnu eisini fáa gott í beinið av hesum. So tað ræður um at troyta møguleikarnar, meðan teir eru har.