Siðvenja er, at KÍ skipar fyri eitt slag av upphitingarkapping millum trý tey fremstu liðini í Formuladeildini og so vertirnar KÍ. Í so máta verður 2008 einki undantak.
Leygardagin 1. mars verða teir báðir innleiðandi dystirnir spældir. Kl. 12.45 spæla B36 og EB/Streymur og kl. 15.00 spæla KÍ og NSÍ.
Sunnudagin 2. mars kl. 12.45 verður dystur um 3. og 4. pláss, og kl. 15.00 verður finalan millum vinnararnar frá dystinum dagin fyri.
Men tað er eisini annað enn fótbóltsdystir á skránni hetta vikuskiftið. Sambært heimasíðuni hjá Fótbóltssambandinum verður leygardagin 1. mars klokkan 12 skipað fyri kaffipráti saman við høvuðsvenjaranum hjá KÍ, Eyðuni Klakkstein, har hann fer at greiða frá sínum ætlanum fyri árið. Klokkan 17.15 leygardagin verður hugnaløta saman við sangi og kjaki. Uni Arge fyrrverandi landsleikari skipar fyri, og við pallborðið sita høvuðsvenjararnir hjá teimum fýra formuladeildarliðunum, sum eru við í Klaksvíkskappingini: Jóhan Nielsen, NSÍ, Sigfríður Clementsen, EB/Streymur, Heðin Askham, B36 og Eyðun Klakkstein, KÍ.
Fyrrapartin leygardagin 1. mars verður skipað fyri John Reid Cup 2008. Hetta er ein talentkapping fyri tey bestu dreingjaliðini í landinum. Klokkan 9 spæla KÍ og HB, klokkan 10 KÍ og VB/TB og klokkan 11 HB og VB/TB