Í dag er nýggjur integratiónspolitikkur lagdur fram fyri Klaksvíkar kommunu. Á tiltaki í Ósáskúlanum var nýggi politikkurin kunngjørdur, og eisini var ymisk kunning um viðurskifti hjá útlendskum tilflytarum í Føroyum.
David Im hevur staðið fyri verkætlanini at orða nýggja integratiónspolitikkin, sum Klaksvíkar kommuna vónar fer at gera tað lættari hjá útlendskum tilflytarum at seta búgv í Klaksvíkar kommunu og virka har.
Eitt av ítøkiligu tilmælunum í nýggja integratiónspolitikkinum er, at Klaksvíkar kommuna skal hava eitt serligt umboðsfólk, sum tilflytarar í kommununi kunnu venda sær til og fáa vegleiðing og hjálp um ymisk viðurskifti.
Klaksvíkar kommuna ætlar sær eisini at virka fyri, at ein serliga útlendinganevnd við virknum lyklapersónum millum tilflytarar verður gjørd í kommununi.
Nýggi integratiónspolitikkurin hjá Klaksvíkar kommunu viðger útbúgving, samskifti, frítíð, mentan og annað við tilknýti til tilflytarar.