Klaksvíkar býráð heiðrar EM'arum í Kettlebell

Eftir bert einum ári hjá FullPower í Klaksvík hava fýra føroyingar vunnið EM í Kettlebell. EM í Kettlebell hevur verið í Tróndheimi her fyri, har føroyingarnir nú kunnu kallað seg evropameistarar í Kettlebells.

 

Talan er um Miu Staksá, Henny Heinesen, Óluva Simonsen og Sonna Eliassen, sum veruliga hava gjørt vart við seg. Tey hava bert vant eitt lítið ár. Óluva gjørdist tvífaldur evropameistari, meðan hini fingu hvør sítt meitaraheiti.

 

Jógvan Skorheim, borgarstjori møtti upp leygarmorgunin við blómutyssum og einum kekki á kr 5.000,- til glaðu vinnarnar.

 

Venjarin, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sigur at hetta er eitt stórt úrslit, og kom tað eitt sindur óvart á hann, at úrslitið gjørdist so gott. Svein Rógvi sigur eisini, at tað er stuttligt at ein lítil tjóð sum Føroyar kann blanda seg millum tey bestu í Evropa.

 

Umboð fyri flestu Norðurlond, Póland og USA vóru við til kappingina. Svein Rógvi hevur sett sær fyri, at næsta ár verður kappingin í Klaksvík – vónandi við 70 lutakarum.

 

Borgarstjórin, sum fegnaðist um góðu úrslitini eftir so stuttari tíð, fegnaðist um, at undangongufólk, sum Svein Rógvi veruliga hava gjørt vart við seg. Eisini var tað heppið, at kappingin varð vunnin í Tróndheimi, vinarbýi Klaksvíkar, og kundi hetta vera viðvirkandi til, at lættari verður at fáa kappingina til Klaksvíkar næsta ár av hesi grund

 

Svein Rógvi, sum bert eftir einum ári, kann vísa á góð altjóða úrslit, var sónliga rørdur av heiðrinum, FullPower varð sýnt eftir framúr úrslitini í Tróndheimi.

 

Fleiri myndir síggjast í myndasavninum VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Skrivað: Dávur Winther