»Vónir tú skapti til vív og til mann« sigur Símun Absalonsen í Klaksvíkssanginum, yrktur til føðingardagin hjá Klaksvíkar Kommunu 1988.
Her settu tey seg niður og her mentu tey plássið, sum kom at hava ómetaligan týdning fyri alt hitt føroyska samfelagið.
Meðan ymist sprettur og sær dagsins ljós bæði innan vinnu og mentan og eitt unglingalið setur fótin inn í veruliga lívið í býi okkara, gera onnur, sum eru komin longur á leiðini, verulig átøk fyri at fáa býnum eitt betri fótafesti.
Vit fegnast samfeld um framgongdina, vóna at hon heldur. Samstundis ynskja vit landsmonnum okkara hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar stevnudagarnar.
Hjartaliga vælkomin og eina góða Norðoyastevnu nú Klaksvíkar Kommuna eisini hátíðarheldur 90 ára føðingardag sín.