Klaksvíkingar róðu seg nærri FM

10-mannafør: Kappingin við Norðing var størri, enn hon hevur verið seinastu ferðirnar

Tað gekk, sum tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 10-mannaførini kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna. Klaksvíkingur vann, og Norðingur var næstfyrstur. Harvið tók Klaksvíkingur enn eitt stig fram ímóti FM heitinum.

 

Men tað er framvegis spenningur í FM kappingini, og gongdin í dag eigur at bera við sær, at teir norðuri í Tronganum onga orsøk hava at geva skarvin yvir. Tað eigur at vera møguleiki hjá teimum fyri at taka grannarnar soleiðis, sum teir gjørdu í fyrstu kappingini – á norðoyastevnu.

 

Norðingur var fremstur í startinum, men tað var skjótt, at Klaksvíkingur legði seg upp á síðuna av grannununum, sum nú rógva í bláa Orminum Langa.

 

Teir umborð á Norðingi fóru fyrri undir endaspurtin enn klaksvíkingar, og munurin minkaði niður í ein skut, áðrenn Klaksvíkingur svaraði aftur og var tað mesta av einum skuti undan Norðingi, tá ið teir fóru um málið.

 

Tíðin hjá Klaksvíkingi var 04.11.37. Tað er ikki met, men tað var heilt tætt við. Metið eigur Ormurin Langi, sum í 2020 róði teinin í Vestmanna í tíðini 04.11.17.

 

Havnarbáturin vann kappingina um bronsuplássið ímóti Eysturoyingi-

 

-

 

1Klaksvíkingur (KRF)04:11.37
2Norðingur (NHR)04:12.30
3Havnarbáturin (HR)04:18.15
4Eysturoyingur (NSÍ)04:21.01

 

stavnur.fo

 

-

 

FM støðan

 

1Klaksvíkingur (KRF)34
2Norðingur (NHR)31
3Havnarbáturin (HR)24
4Eysturoyingur (NSÍ)21