Klaksvíkingar settu met fyri aðru ferð í fýra dagar

Kappróður: Tað er ongantíð áður komið fyri, at fimm kappróðrarbátar úr Klaksvík hava vunnið sama kappingardag

Punktum varð í dag sett fyri róðrarárið 2021. Í fagrastu róðrarlíkindum gekk tað upp á stás at avgreiða róðrarnar á ólavsøku.

 

Merkisvert var tað, at tað í fimm av tíggju kappingum var annar bátur, sum vann á ólavsøku, enn tann báturin, sum var føroyameistari.

 

 

 

 

2021

 
 

Ólavsøkuvinnari

 
 

FM vinnari

 
 

Barnaróður gentur

 
 

Sævarmoy

 
 

Drekin

 
 

Barnaróður dreingir

 
 

Tjaldrið

 
 

Sævarmoy

 
 

5-mannafør gentur

 
 

Fípan Fagra

 
 

Drekin

 
 

5-mannafør kvinnur

 
 

Firvaldur

 
 

Firvaldur

 
 

6-mannafør kvinnur

 
 

Jarnbardur

 
 

Jarnbardur

 
 

6-mannafør kvinnur MA

 
 

Jarnbardur

 
 

Jarnbardur

 
 

5-mannafør dreingir

 
 

Fípan Fagra

 
 

Fípan Fagra

 
 

6-mannafør menn

 
 

Páll Fangi

 
 

Sundabáturin

 
 

8-mannafør

 
 

Knørrur

 
 

Argjabáturin

 
 

10-mannafør

 
 

Klaksvíkingur

 
 

Klaksvíkingur

 

 

 

 

Tað var eisini merkisvert, at fimm manningar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag vunnu á ólavsøku. Tá ið kappróður var í Klaksvík síðsta leygardag varð nevnt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at fýra bátar hjá klaksvíkingum vunnu sama kappingardag.

 

Metið hjá teimum í Klaksvík, sum varð sett leygardagin, bleiv bara fýra dagar gamalt. Tí longu í dag gekk tað uppaftur betur hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, enn tað leygardagin gjørdi á heimasjógvi. Fimm av teimum tíggju vinnarunum í ólavsøkuróðrinum 2021 vóru bátar hjá Klaksvíkar Róðrarfelag – Sævarmoy við gentum í barnaróðrinum, Fípan Fagra við gentumanning, Fípan Fagra við dreingjum, Páll Fangi 6-mannafør menn og so Klaksvíkingur.