Klaksvíkingar tóku meistaran á málstrikuni

Kappingin millum tey bæði fremstu 10-mannaførini var so tøtt, sum tað ber til at ímynda sær

Tað var tætt og spennandi, tá ið 10-mannaførini kappaðust á norðoyastevnu í Klaksvík, og tað var ikki minni tætt og spennandi, tá ið 10-mannaførini kappaðust á sundalagsstevnu í Kollafirði í dag.

Á norðoyastevnu var tað stórt vónbrot fyri heimafólkið, at FM vinnararnir umborð á Drekanum Reyða vóru spildurnýggja Klaksvíkingi ov boysnir.

 

Á túsund metra teininum í Kollafirði var tað skjótt, at kappingin aftur stóð millum hesar báðar bátarnar. Drekin Reyði var fyri tað mesta undan, og eftir at stavnurin á Klaksvíkingi eina løtu hevði verið undan, kendist tað sum um, at teir á Drekanum Reyða aftur í dag fóru at vinna.

Men á síðstu 50 metrunum svaraði Klaksvíkingur aftur, og tá ið teir fóru um málið, var FM vinnarin ein hálvan skut aftanfyri spildurnýggja Klaksvíking, sum vann fyri fyrstu ferð. Hetta var fjórða ferðin á rað, at Klaksvíkingur vann á sundalagsstevnu í Kollafirði.

 

Havnarbáturin var aftur í dag drúgvur. Tað var bara ein bátslongd fram til Drekan Reyða, so tað kann væl vera, at Havnarbáturin aftur fer at blanda seg upp í teir, sum kappast um sigrarnar í summar.

 

1Klaksvíkingur04:29.07  
2Drekin Reyði04:29.24  
3Havnarbáturin04:32.06  
4Ormurin Langi (RK)04:36.06  
5Nólsoyingurin04:42.06

 

1Drekin Reyði13  
2Klaksvíkingur13  
3Havnarbáturin10  
4Ormurin Langi (RK)8  
5Nólsoyingurin6