Klaksvíkingar vóru burturvístir

8-mannafør: Knørrur vann ímóti Argjabátinum, sum av álvara bjóðaði av í eindaspurtinum

Tað vóru fýra bátar meldaði til kappingina millum 8-mannafør, men tað vóru bara tríggir bátar, sum komu á mál. Orsøkin var tann, at Nevið Reyða úr Klaksvík sá reytt, áðrenn teir fóru undir at kappast. Tað komst av, at dómarin tvær ferðir vísti Nevinum Reyða gula kortið. Fyrru ferðina var tað, tí klaksvíkingarnir ikki høvdu vestar í bátinum soleiðis, sum ásetingarnar siga, at tað skal vera.

 

Knørrur úr Havn var fremstur mest sum allan teinin. Starturin hjá Argjabátinum var ikki góður, meðan Miðvingur fyrra partin av teininum royndi at hanga í Knørri.

 

Sum tað leið fram ímóti málinum, bjóðaði Argjabáturin av álvara av, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin millum tveir teir fremstu ógvuliga lítil, meðan Miðvingur dragnaði eitt sindur

 

-

 

1 Knørrur 04:54.34

 

2 Argjabáturin 04:55.04

 

3 Miðvingur 05:01.24