Klaksvíkingar vunnu á Sandi

1. DEILD: Tað vóru bara lokalir á liðnum, sum vann 3-1 á útivølli ímóti B71

Tað var søtur sigur hjá klaksvíkingum í kvøld. KÍ spældi á útivølli ímóti B71, og klaksvíkingar eru á veg til hús við trimum stigum. Hálvleiksstøðan var 1-1, og KÍ vann 3-1.

 

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki legði B71 seg á odda. Málskjútti var Jovanni Garcia, sum er B71 toppskjútti við seks málum. Fimm minuttir undan steðginum javnaði KÍ til 1-1. Málskjútti var Eivin Sørensen, sum var málskjútti fyri fimtu ferð í ár.

 

Eftir steðgin skoraði KÍ tvey mál. Sjey minuttir eftir steðgin legði Silas Gaard KÍ framum 2-1. Hetta var triðja málið hjá honum í næstbestu deildini í ár. 18 minuttir undan leikloki staðfesti innskifti John Hermann Fuglø 3-1 KÍ sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá honum á næstbesta liðnum í ár.

 

Á KÍ liðnum í kvøld vóru bara spælarar, sum eru uppaldir í felagnum. Veteranarnir vóru Meinhardt P. Joensen í málinum og Kristoffur Jakobsen á miðvøllinum. Átta av hinum eru føddir í 2001 ella seinni enn so. Millum hesar vóru Børge Petersen og Óli Eyðsteinsson Poulsen, sum báðir hava verið nógv skaðadarvaðir.

 

Hjá B71 var tað merkisvert, at Clayton Soares, sum ikki hevur verið á besta liðnum higartil í ár, varð skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.

 

Sigurin í kvøld ber við sær, at KÍ nú er á fjórða plássi við 25 stigum fyri 15 dystir, og at B71 er á sætta plássi við 24 stigum­­­­ fyri 14 dystir.