Klaksvíkingur er bestur av øllum

10-mannafør: Við sigri á ólavsøku var FM vinnarin úr Klaksvík tann einasti av øllum bátunum, sum vann allar róðrarnar í 2021

Tað er Klaksvíkingur, og so eru tað allir hinir bátarnir – í kappingini millum 10-mannafør og í øllum hinum bátastøddum og við kvinnum og monnum.

 

Punktum fyri róðrarárið 2021 varð sett, tá ið 10-mannaførini kappaðust í frágera góðum líkindum.

 

Og í dag gekk tað soleiðis, sum tað hevur gjørt seks tær undanfarnu ferðirnar. Klaksvíkingur, sum longu undan ólavsøku hevði tryggjað sær FM heitið, var fyrstur á mál, og harvið hevur Klaksvíkingur vunnið fult stigatal. Tað hevur eingin annar bátur megnað.

 

Starturin var góður hjá bæði Orminum Langa og Klaksvíkingi. Í startspurtinum lógu teir borð um borð, men smátt um smátt vignaðust tøkini betur hjá klaksvíkingum, sum vunnu hálvan skut og so heiltan skut, og sum síðani vunnu eina hálva bátslongd og eitt sindur meiri enn tað.

 

Ormurin Langi skal eiga rós fyri, at hann aftur í dag royndi at bjóða av. Tað eydnaðist ikki at vinna, og nú er tað greitt, at eftir trý ár á trónuni er Ormurin Langi ikki longur meistari. Klaksvíkingur er meistari fyri fyrstu ferð síðani 2017, og tað var ógvuliga týdningarmikið fyri klaksvíkingar, at teir eisini vunnu á ólavsøku, og at teir eru einasti bátur, sum í 2021 hevur vunnið fulla úrtøku.

 

1Klaksvíkingur04:06.45700
2Ormurin Langi – RK04:08.21600
3Havnarbáturin04:20.04500
4Drekin Reyði04:26.10400

 

 

 

FM

 

1 Klaksvíkingur           49

 

2 Ormurin Langi          42

 

3 Havnarbáturin         35