Tað er ongantíð áður komið fyri, at 10-mannaførini hava kappast í fyrsta róðrinum eftir finalurnar í barnaróðrinum. Soleiðis var tað á jóansøku í dag. Orsøkin er tann, at onkur av rógvarunum fara norður við Smyrli nú seinnapartin, tí hann skal til skips í kvøld.
Ormurin Langi hevði skift ein mann undan jóansøku. Ein av heilt royndu og máttmiklu rógvarunum, Kristian Linklett, klaksvíkingur í Nólsoy, var skaddur og kundi ikki rógva. Nýggjur umborð á Orminum Langa var gamal kenningur. Janus Dam Jacobsen í Klaksvík, sum hevur róð bæði við Klaksvíkingi og Orminum Langa, og sum mangan hevur lagt ætlanir fyri, hvussu tað skal venjast og kappast, loysti í dag av umborð á Orminum Langa.
Ormurin Langi leyp avstað, og teir mundu hava róð einar 100 metrar ella kanska meiri enn tað, áðrenn Klaksvíkingur legði upp á síðuna á Orminum. Eina lítla løtu kappaðust teir stavn um stavn. So leið betur eftir hjá Klaksvíkingi, sum stútt og støðugt legði seg framum. Skjótt var munurin ein hálv bátslongd, og í miðróðrinum tók Klaksvíkingur eina heila bátslongd.
Í endaspurtinum royndi Ormurin Langi at svara aftur, men tað eydnaðist ongantíð at hótta Klaksvíking, sum hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar og harvið má metast at vera favorittur at vinna FM. Ormurin Langi hevur verið FM vinnari trý tey seinastu árini. Klaksvíkingur vann seinast FM í 2017.
Havnarbáturin endaði aftur í dag – sum tær báðar undanfarnu ferðirnar – á triðja plássi.
1 | Klaksvíkingur | 04:30.19 | 7 | 0 | 0 |
2 | Ormurin Langi – RK | 04:32.40 | 6 | 0 | 0 |
3 | Havnarbáturin | 04:44.39 | 5 | 0 | 0 |