Ólavur Niclassen og EB/Streymur hava gjørt avtalu um, at hann er við í bestaliðshópinum restina av árinum. Verjuspælarin hevur sitið úti síðani endan av 2021 við skaða.
Tað er kærkomið fyri EB/Streym, at fáa klaksvíkingin aftur í hópin. Liðið hevur havt nakað av skaðum í ár og avloysararnir hava verið ungir spælarar. Við Ólavi Niclassen fær EB/Streymur ein spælara í hópinum, sum hevur royndir úr bestu deildini.
EB/Streymur liggur í løtuni á 8. plássi við sjey stigum. Tað er bara eitt fleiri enn B68, sum er nummar 9. EB/Streymur fær uum vikuskiftið vitjan av KÍ, sum er barndómsfelagið hjá Ólavi Niclassen.