Klaksvíksdreingir eru sera raskir

5-mannafør dreingir: Aftur í dag vann Fípan Fagra sera sannførandi sigur

Tað er øgiligt lív og kæti í kappróðrinum í Klaksvík, og tað er serliga millum dreingirnar og menninar.

 

Páll Fangi vann kappingina millum 6-mannaførini, og nú vann Fípan Fagra kappingina millum 5-mannaførini við dreingjum. Fípan Fagra vann eisini á Skála fyri einari viku síðani.

 

Í dag var kappingin aftur við Heyk úr Hósvík. Fípan Fagra stakk skjótt av, og so var spurningurin bara, hvussu sannførandi sigurin fór at verða. Tá ið bátarnir fóru um málið í fínu líkindunum og góðu umstøðunum at rógva kapp á Skálafjørðinum, var Fípan Fagra klárt nummar eitt.